Nú almenningurin ikki fær innlit í ætlanarskrivið og harvið fyribils niðurstøðuna, sum Taks hevur latið Eik í skattamálinum, hevur in.fo spurt seg fyri hjá fólki við serligum innlitið í slíkum viðurskifti.
Hóast hoyringsskrivið kann innihalda fleiri ymiskar niðurstøður, so er lítið sannlíkt, at Eik hevur fingið viðhald. Orsøkin er, at Taks ikki sendir hoyringsskriv til fyritøkur um ætlaðar niðurstøður, um so er, at fyritøkan fær viðhald í málinum.
Hoyringsskriv verða send til fyritøkur í slíkum støðum, tá ið fyritøkan skal sleppa at geva eitt endaligt aftursvar til Taks, áðrenn málið verður endaliga avgreitt.
Og um so er, at Taks hevur givið Eik fult viðhald í málinum, so hevði ikki verið tørvur á at givið Eik høvi at svara aftur eina síðstu ferð áðrenn avgerðin fellur.
Miðlahúsið hevur vent sær til Súna Schwartz Jacobsen. Hann sigur, at Eik í løtuni viðgerð skrivið frá Taks og hava tí onga viðmerking til málið.