Ein fyri og annar eftir søgdu løgmaður og landsstýrismenninir frá tveimum málum hvør, teir í framtíðini ætla sær at leggja dent á.
Løgmaður byrjaði við at siga, at hann helt, at nokk var, at tvey mál fra hvørjum vóðru umrødd. Fyri at spara tíð. Tað skiltist, at landsstýrisfundur skuldi vera, og so var helst best at gera skjótt av.
Málini, teir løgdu fram, vóru ikki nakrar nýggjheitir. Alt var, uttan undantak, slíkt, sum fyrr hevur verið frammi, og sum serliga er viðgjørt í samband við fíggjarlógarviðrgerðina, sum var fyri stuttum.
Tað merktist eisini á spyrjihuginum hjá teimum fáu tíðindafólkunum, sum vóru komin á fundi, at her var ikki væntandi tað stóra.
Onkur hissini spurningur kom um alivinnuna. Eldraøkið, miðfyrisiting, gransking, landsjørð og útlendingamál, og okkurt smátt um friðing av Tinganesi, vóru teir spurningarnir, sum settir vórðu. Og so ein einstakur um eitt ávíst mál á Fornminnissavninum, sum landsstýrismaðurin við mentamálum ikki vildi svara nágreiniliga uppá.
?Tíðindafundur verður seinni, segði hann.
Kortini helt løgmaður, tá fundurin endaði, at tað kundi verið eitt hugskot at havt fleiri slíkar kunnandi fundir, og heldur oftari.