Lítið fæst av upsa

Okkurt partrolarapar ger okkurt hampiligt hál. Annars er fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum, sum fiska upsa, yvirhøvur smáligur.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og okkurt par kemur inn at landa fyrst í vikuni sum kemur. Hini koma so, sum vikan gongur. Upsafiskiskapurin hjá trolarunum er smáligur, men skipini fáa okkurt brúkiligt hál av og á.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, ein fiskar upsa, og ein fiskar blálongu. Nøkur skip liggja, men helst fer onkur út um vikuskiftið at fiska svartkalva.

 

Væntandi landa teir, sum fiska upsa og blálongu, fyrst í næstu viku og tann, sum fiskar svartkalva, landar møguliga síðst í vikuni. Fiskiskapurin hjá djúpvatnstrolarunum er smáligur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fýra trolbátar eru til fiskiskap. Ein er úti á Íslandsrygginum. Hinir eru norðan fyri og koma helst inn at landa síðst í vikuni.

 

- Fiskiskapurin hjá trolbátunum er eisini smáligur, verður lagt aftrat.