Endalig tøl fyri árið í fjør vísa, at norðmenn hava ongantíð fiskað so lítið av villum laksi sum í 2009. Tann endaliga uppgerðin vísir, at 151.000 villir laksar vórðu fiskaðir. Tað er tað minsta nakrantíð og 40.000 færri enn í 1997, sum var tað ringasta árið frammanundan, skrivar blaðið Nationen.
Tey seinastu árini er laksurin minkaður nógv, og tað hevur gjørt, at fleiri áir eru stongdar, og at kvotur eru settar á aðrastaðni, skrivar blaðið.
Samstundis er talið á teimum, sum fiska laks í Noregi, minkað, og norskir stuttleikafiskimenn fara nú heldur av landinum at royna eydnuna. Fyri 10 árum síðani vóru 150.000 laksafiskimenn í Noregi. Í dag er talið 110.000, skrivar Nationen.