Lítið av ungfiski í Barentshavinum

Norskir og russiskir havgranskarar eru samdir um, at lítið er til av eitt og tvey ára gomlum toski í Barentshavinum. Granskararnir halda, at tølini er langt undir miðal Talið av trý, fimm, seks og sjey ára gomlum toski í Barentshavinum liggur um miðal, meðan talið av fýra, átta og níggju ára gomlum toski liggur væl yvir miðal.

Tað vísa royndir, sum norskir og russiskir havgranskarar hava gjørt í felag.

Sagt verður eisini, at talið av eitt og tvey ára gomlum toski er lágt - og er minni enn eitt miðal ár.

Granskarar halda annars, at toskurin í Barentshavinum er væl fyri og veksur rímiliga væl.

Bæði tvey, trý og fýra ára gamli toskurin var størri í ár enn í fjør, so alt bendir á, at fiskurin fær nóg mikið av føði.