Lýsa lívfrøðiliga margfeldi

Næsta mál á dagsskránni til tingfundin í morgin verður uppskot, sum Hergeir Nielsen hevur lagt fram vegna Tjóðveldisflokkin. Uppskotið snýr seg um, at løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka stig til at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúrini soleiðis, at altjóða sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi frá 1993 verður hildin.

Hergeir Nielsen vísir á, at altjóða sáttmálabundnar skyldur at verja náttúruna og at tryggja fyrisitingarligar, skilagóðar og vælgrundaðar avgerðir náttúruni viðvíkjandi hvíla á Føroyum.
- Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Sáttmálin er sera víðfevndur. Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi.
Hann sigur, at lívfrøðingar í Føroyum halda gongdina í náttúruni sum heild vera sera negativa, og at ongar veruligar kanningar verða gjørdar, sum lýsa hesa afturgongd, ella hvat gerast skal fyri at støðga henni.
Uppskotið frá Tjóðveldisflokkin verður beint í rættararnevndina