Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið bókina út. Iwona Radunz hevur skrivað tekstin, og Thomas Røhner teknað myndirnar. Kári Davidsen hevur týtt úr týskum, og tannlæknin Peddy Dánialsdóttir Davidsen hevur verið fakligur ráðgevi.
Bókin hevur harða permu og tjúkt pappír, sum tolir barnahendur.
Perman er forvitnislig. Ein lítil eskja, sum er formað sum ein tonn, stingur út, og har er meiningin at børnini skulu goyma sínar barnatenn.
Synirnir hjá mær eru fýra og tvey ár. Kanska í so ungir til hesa bók, ið heldur vendir sær til børn, sum skulu missa tennirnar ella eru í ferð við hetta.
Men hóast teirra unga aldur er nógv at hyggja at, lata upp, draga í og snurla, so bókin er ein klárur favorittur, tá teir koma heim úr dagstovni.
Tær 30 síðurnar eru á tremur við upplýsningum um barnatenn og vaksnamannatenn. Sumt er í so torført at skilja hjá lítla barninum, men um tey vaksnu lesa saman við børnunum er helst ongin trupulleiki.
Sjálv lærdi eg meg heilt nógv við at lesa hesa bók. Visti tú til dømis, at fílar fáa tenn heilar seks ferðir, og at tær 300 tennirnar í kjaftinum á einum hávi vaksa alla tiðina?
Hvussu útskiftingin frá barnatonnum til vaksnamannatenn er, verður eisini lýst sera væl.
Stuttligast í bókini er tráðurin, sum togast kann í, so at tonnin loysnar. Tonnin og tráðurin kunnu síðani brúkast sum bókamerki í restini av bókini.
Eg eri imponerað av hesi bók. Hon er stuttlig og lærurík, og eg ivist ikki í, at børn, sum fáa hana, gerast bergtikin av henni. Tær 95 krónurnar, sum bókin kostar, meti eg, at hon er væl verd.










