Í læru sum víkingur Heima á Garði í Hoyvík

Í komandi viku verður landnáms- og víkingaskeið í Hoyvík. Tað er ikki fyri letingar, men er virkin frítíð, ið hevur til endamáls at geva luttakarunum ein farra av hesi farnu tíð

Hóast tilmeldingarfreistin fyri langari tíð síðani er úti, er møguleiki framvegis fyri at sleppa í læru sum víkingur á víkingaskeiði, sum verður í komandi viku Heima á Garði í Hoyvík. Tiltakið verður á náttúruvakra økinum sunnan fyri gomlu royndarstøðina í Hoyvík, har eini átta víkingatjøld verða reist.

Tiltakið verður í tveimum pørtum. Fyrri parturin verður skeið fyri tey, ið hava serligan áhuga fyri at læra seg handverk frá víkingatíðini. Hesin parturin av tiltakinum er frá mánadegi til fríggjadag. Tá verða "lærlingarnir" undirvístir av handverkarum og lærarum, sum hava drúgvar royndir í handverki og -list frá landnáms- og víkingatíðini. Tiltøk verða, har royndir verða gjørdar við ymiskum, ið hevur samband við hetta tíðarskeiðið. Hetta kundi givið íblástur til nógvar royndir og spurningar viðvíkjandi hesum serliga tíðarskeiði.

Seinni parturin av leguni verður merktur av uppvísing og upplivingum, eitt slag av stuttleikastaði fyri fólk flest. Tjaldøkið verður bygt upp á ein slíkan hátt, at tað minnir um eitt marknastað frá víkingatíðini. Tjøldini skulu hýsa teimum ymisku handverkarunum og sølubúðunum. Tjøldini eru eftirgjørd eftir tjøldum og tjaldleivdum, ið eru funnar, m.a. í gitna Osebergskipinum. Ymsa staðni eru fólk í gongd við at gera mat. Flest øll av teimum, ið hjálpa til, eru í eftirgjørdum víkingabúnum.

Her verður møguleiki fyri at ríða á føroyskum rossum, skjóta við boga og ørvi, síggja silvur- og jarnsmiðin í gongd við sítt handverk, konur lita, spinna á handsnældu og veva á klíggjavevi.

Fyri at útvega tiltakinum pening, verður eitt lítið atgongumerki kravt og møguleiki verður fyri at keypa sær okkurt til matna, sum t.d. ein kaffimunn, ein bita av heilstoktum lambskrovi, ein bita av gryvjasteik, ella baka sær eitt breyð yvir bálinum. Fólk sleppa eisini sjálv at gera prýðislutir, rista sær rúnir í einum rúnarkelvi, sigla við segli í stórum føroyskum bátum, spinna á handsnældu og mangt annað.

Dentur verður lagdur á at geva fólki eina farra at hesi farnu tíð, og væl ber til at spyrja "víkingarnar" um ymiskt, tí flest øll av hesum hava arbeitt við handverki, list, lív og levnað í víkingatíð í rættiliga nógv ár. Tilmelding til sjálvt skeiðið fer fram á kunningarstovunum, har faldarar eru at fáa um tiltakið.