Lærlingatilgongdin minkað munandi

Nógv bendir á, at døpru fíggjarútlitini í samfelagnum ávirka talið av læruplássum í Føroyum.

Hagtøl, sum Yrkisdepilin hevur savnað, vísa heilt greitt, at talið av nýggjum læruplássum í Føroyum er minkað munandi. Afturgongdin í lærlingatilgongdini er galdandi bæði fyri handverksútbúgvingar og innan skrivstovu og handil. Lønarendurgjaldið til læruplássini er, enn sum áður, 75%, hóast ætlanir vóru frammi um, at hetta skuldi skerast niður í 50%.

Minkað við meira enn helvtini
Hagtølini hjá Yrkisdepilinum vísa, hvussu stór lærlingatilgongdin hevur verið innan tær ymisku útbúgvingarnar síðani 1998, og fyri í ár eru tølini fram til 31. mai tøk. Millum annað sæst, at samlaða lærlingatilgongdin seinast fýra árini hevur ligíð um 300 um árið, men fyrstu fimm mánaðirnar í ár, hava bert 85 føroyingar fingið lærupláss, har tað helst átti at tátta í tey hálvtannaðhundrað, um støðið seinnu árini skuldi hildið.
Hyggja vit at einstøku vinnugreinunum, er tað sjónligt, at tað eru summar, ið eru serliga hart raktar. Til dømis hevur talið av teimum, ið eru farin undir at læra til maskinsmið, ligið millum 40 og 50 seinastu fimm árini, men higartil í ár eru tað einans átta, ið eru farin undir hesa útbúgving. Fyri tveimum árum síðani fóru 30 føroyingar undir at læra til elektrikara, men fyrstu fimm mánaðirnar í 2004 hava einans seks fingið slíkt læruplás!

Merkist eisini innan tænastuvinnuna
Tað er ikki bert á handverksøkinum, at lærlingatilgongdin er minkað munandi. Eisini í tænatuvinnuni er tað farið at ganga skeiva vegin. Tvey tey undanfarnu árini hava ávíkavist 30 og 22 fólk fingið lærupláss innan fyrisiting, meðan talið pr. 31 mai í ár er heilt niðri á fýra. Hjá heilsølunum sær tað heldur ikki ov gott út, tí á hesum øki hevur bert ein føroyingur fingið lærupláss í ár í mun til ikki færri enn 22 í fjør!
Hendan markanta afturgongdin í nøgdini av læruplássum kann óivað tulkast sum, at arbeiðsgevarar kring landið hava minni at gera, og at samfelagshjólini ikki mala eins skjótt, sum tey hava gjørt. Nakað av fyrivarni skal tó takast í sambandi við tølini, tí tað vísir seg ofta, at ein stórur partur av nýggju lærlingunum verða tiknir inn, eftir at eitt skúlaár er farið aftur um bak, tað vil siga frá juli mánaða og frameftir.