- Tað hevði verið meira nátúrligt hjá eini samgongu, ið fór til val upp á at betra útbúgvingarmøgueikarnar, at hon setti skipanir í verk, ið stuðla undir møguleikarnar at koma í læru. Politikkurin hjá Kristinu Háfoss vísir greitt, at yrkisútbúgvingar ongan góðan hava í Mentamálaráðnum, sigur Jon Hestoy, formaður Føroya Prentsmiðjufelag
Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, ið minkar endurgjaldið, virkini fáa fyri lærlingalønir, meðan lærlingarnir eru á skúla. Eftir uppskotinum skal endurgjaldið minkast úr 75% niður í 50%. Jon Heystoy sigur, at hetta er ein eyka byrða á handverksvinnuna upp á fimm milliónir krónur um árið, og at hetta uttan iva fer at minka um talið av læruplássum komandi árini. Hann heldur, at tað hevði verið meira natúrligt hjá einari samgongu, ið fór til val upp á at betra útbúgvingarmøguleikarnar at sett skipanir í verk, ið stuðla undir møguleikarnar at koma í læru.
- Politikkurin hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum vísir greitt, at yrkisútbúgvingarnar ongan góðan hava í Mentamálaráðnum, sigur Jon Hestoy.
Í lógaruppskotinum er yvirlit við avleiðingum, uppskotið hevur. Har stendur millum annað at: ?Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir?.
- Hetta hóast at tað eru stórir møguleikar fyri, at broytingin fer at hava ávirkan á ein veikan samfelagsbólk: lærlingarnar. Tað skal so sera lítið til, at vinnan setur færri lærlingar og harvið noyðast enn fleiri av okkara ungu av landinum fyri at fáa sær eina útbúgving, sigur Jon Hestoy.
Í 2003 setti táverandi landsstýriskvinnan endurgjaldið niður við 25%, hetta hóast at vinnan og ein minniluti í mentanarnevndini ávaraði um, at hetta kundi fáa ávirkan á lærlingatalið. Á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum sæst, at árini 2003-2005 vóru væl færri lærlingar tiknir inn enn árini frammanundan. Niðurgongdin var so stór, at hesi trý árini vórðu tilsamans gjørdir 181 færri lærusáttmálar enn árini 2000-2002, ein minking uppá 20%.
- Í hesum døgum hoyrist, at 300 ung ikki sleppa inn á miðnámsútbúgvingarnar aftan á summarfrítíðina. Hvat skulu hesi ungu gera? Skulu tey flyta av landinum at taka sær eina útbúgving? Tað hevði verið meira virðiligt fyri landsstýriskvinnuna í mentamálum at lagt uppskot fyri tingið, ið betraði um møguleikarnar at fáa lærupláss, spyr formaðurin í Føroya Prentsmiðjufelag, sum vónar, at ein meiriluti finst á Føroya løgtingi, ið sær at hetta uppskot ikki skal fáa sømdir.