Líradagur er 26. august. Hetta er dagurin, tá menn plagdu at draga líra á plássum, har skrápur, sum er hin gamli fuglurin, byggir reiður. Skrápur reiðrast í holum millum urðagrót og holum, sum hann grevur inn í grasbakkan ella moldina.
Ymsastaðni kring landið verður líri tikin, men henda veiða er ikki so vanlig sum nátaveiða. Nógv minni er til av skrápi sum búfugli í Føroyum enn av havhesti, sum reiðrast í berginum at kalla um alt landið.
Líri verður vanliga drigin upp ella út úr holuni við króki, sum er festur á ein stívan og boyggiligan jarntráð. Verður fuglurin tikin á nátt, sum er meira vanligt, tá tað líður eitt sindur longur út, verður gingið við lummalykt eftir urðagróti ella í bakka.
Mong hava ongantíð sæð ein livandi líra, tí hesin kemur bert út úr holuni, tá kvøldarmyrkrið kemur. Tá kemur hann út úr tryggu holu síni at taka ímóti skrápinum - gamla fuglinum - sum kemur aftur av havinum við føði.
Tey plaga at siga, at líri eisini kemur út í myrkrinum at læra seg at flúgva. Tá skrápurin er komin aftur at landi um midnáttarleitið, fara gamli fuglurin og ungin innaftur í holuna.
Summi kvøld eru fleiri lírar úti enn onnur kvøld. Á teimum plássum, har líri verður veiddur, er hetta ein spennandi tíð. Lítið hoyrist um lírapláss og líraveiði, men tað, sum vit vita um, eru skúvoyingar millum teir ídnastu at veiða líra.
Støðini, har skrápur reiðrast, verða líkasum hildin eitt sindur duld, so eingin óviðkomandi ger seg inn á fuglabølið. Tú skal vera rímiliga kønur og kenna fuglin hampiliga væl, um tú við eini lummalykt í myrkri skal síggja mun á búfuglinum og unganum, tá hesin er vaksin.
Menn plagdu at siga, at lírin er svartur omaneftir bakinum, tá tú lýsir á hann við lummalykt, meðan skrápurin skýggir meira moyrreyður ella brúnligur. Umráðandi er, at búfuglurin ikki verður tikin.