Lærdi skjaldrini á knænum hjá pápa

ALTJÓÐA ELDRAÁR. - Skjaldrini hava havt stóran týdning fyri uppvaksandi ættarlið, ikki minst fyri meg og míni systkin. Eg eri bara ovurfegin um, at eg eri so heppin, at eg kann føra tey víðari. Tað er mín skylda, og eg havi sagt við míni børn, sum duga tey flestu, at føra tey ikki skjaldrini víðari, so fara tey, sigur Vilhelmina Larsen í Dali, millum børnini kend sum omman í Likkulikkuleia

Sigur tú Vilhelmina Larsen í Dali, sigur tú eisini skjaldur. Og øvut. Vilhelmina telist millum tey fáu, ið enn hava henda stóra dýrgripin, sum skjaldrini eru, inni at sær dagliga, og sum vilja gera alt fyri, at tey ikki fara.

- Eg eigi ikki skjaldrini. Tey eru okkara stóra felags fólkaogn, og tey hava havt ómetaliga stóran týdning fyri uppvaksandi ættarlið. Ikki minst fyri meg og míni systkin. Eg eri bara ovurfegin um, at eg eri so heppin, at eg kann føra tey víðari. Tað er mín skylda, og eg havi sagt við míni børn, sum duga tey flestu, at føra tey ikki skjaldrini víðari, so fara tey, sigur Vilhelmina Larsen.


Umhvørvið á Trøðni

Vilhelmina Larsen er fødd og uppvaksin í Skálavík. Hon er dóttir Jógvan á Trøð, og abbadóttir Tróndur á Trøð, báðir tiltiknir kvæðakempur. Mamman Elsebeth, vanliga nevnd Elspa, var ættað úr Vík.

- Flestu skjaldrini havi eg lært av pápa mínum. Tey gomlu í barnaheiminum hjá pápa lærdu honum tey, og tey lærdu tey somuleiðis frá teim gomlu í teirra barnaheimi. Í okkara barnaheimi á Trøðni var stór tradisjón fyri kvæðum, sangi, og seinni sálmasangi. Tá ið Føroya Fólks Sangbók kom, varð hon eisini sungin. Alt varð flutt víðari til okkum systkini.

- Eg havi fingið skjaldrini við móðurmjólkini so at siga. Sungið varð fyri okkum, tá vit lógu í vøgguni, vit vórðu nanað, og eg minnist serliga løturnar á knænum hjá pápa, har hann sang fyri mær. Vit fingu ein beiggja, tá ið eg var níggju ára gomul, og honum plagdi eg at nana og syngja fyri. Tískil duga beiggjarnir hjá mær og eg øll skjaldrini. Teir kanska ikki so raðið sum eg, men eri so tann av okkum, sum síðani havi hildið tey við líka, greiðir Vilhelmina frá.

- Vit hava frá okkara foreldrum fingið ein ómetaligan stóran arv. Hesin sangskatturin kann ikki metast ov høgt. Tað var ikki lisið so nógv í okkara heimi, tí arbeitt var alla tíðina. Meðan pápi spann hevði hann kvæðabókina, sum abbin hevði skrivað við hond, liggjandi á bonkinum beint við rokkin, samstundis sum hann minti seg á ymsu kvæðaørindini. Og tað vóru kvæði, ið høvdu fleiri hundrað ørindi. Haðani fingu vit spennandi søgur um risar og trøll, og í kvæðunum er tað jú altíð tað góða sum vinnur á tí illa. Tað er ikki at samanbera kvæðini, vit hoyrdu sum børn, við kvæðini, ið verða kvøðin í dag. Tað nógva í dag eru tættir.

Umhvørvið á Trøðni, har Vilhelmina og beiggjarnir vuksu upp, var sum vera man tað gamla, føroyska, ið eyðkendi tíðina fyrst í øldini. Pápi Vilhelminu, sum var 22 ár eldri enn mamman, var heimamaður og seyðamaður.

- Tá ið vetrarkvøldini komu og myrkt var úti, fóru vit í ullina at arbeiða. Vit nappaðu, karðaðu og bundu, og tá ið høvdið á okkum smáu byrjaði at hanga, tók hann okkum upp á knæið og sang fyri okkum. Onkur heldur, at skjaldrini vóru fyri at læra børnini stig, men tað minnist eg einki um. Hjá okkum vórðu tey brúkt til at gera okkum rólig, áðrenn vit løgdu okkum um kvøldið. Nakrir fáir tónar upp og niður, og rólig rútma. Hesar løturnar, tá ið vit vóru børn, ullin lá á gólvinum, hundarnir lógu uppi í henni, mamma og eg bundu meðan hini karðaðu og pápi spann, lærdu vit skjaldrini. Menn komu inn við snældum, og so sótu teir og vundu, meðan vit øll sótu og sungu. Onkuntíð komu gamlar konur til okkara at spæla kort. Vit hava havt ein einastandandi uppvøkstur. Vit áttu ongar pengar, men vit vóru ongantíð svong ella køld.

- Bestu løturnar eg minnist sum barn var um morgnarnar. Eg vaknaði so øgiliga tíðliga, eingin tímdi at koma upp við mær. Pápi fór eisini tíðliga upp, tí hann skuldi spinna, áðrenn hann fór í hagan, soleiðis at mamma hevði eitt sindur at keypa fyri. Eg kyndi so upp, sópaði gólvið, og setti meg síðani at binda, meðan pápi spann.


Ættarlið tagd skjaldrini burtur

Vilhelmina minnist, at hon longu níggju ára gomul dugdi øll skjaldrini. Hvussu nógv, dugir hon ikki at siga, men fleiri og fleiri hon ikki hevur minst í nógv ár, koma enn fram fyri hana, og hon dugir tey raðið.

- Skjaldrini vóru sungin um allar Føroyar um aldaskiftið. Fleiri hava sagt mær, at omma teirra hevur lært tey skjaldur. Ikki mamman, pápin ella abbin, men omman. Og soleiðis hevur ivaleyst verið um allar Føroyar. Men longu eitt sindur inn í hesa øldini, eru skjaldrini ikki so vanlig.

- Mær kunnugt eru skjaldrini í Føroyum øll líka. Nøkur frábrigdi eru sjálvsagt í løgum og orðasmíði, men sum heild eru tey tey somu. Í Funningi er rútman eitt nú meiri monotom, enn vit kenna hana í Skálavík. Eisini uttanlands eri eg vorðin varug við, at okkurt gongur aftur, nøkulunda sama rútma og sama snið. Skjaldrið um Hákun, sum ríður í timburskóg, havi eg hoyrt eitt frábrigdi av í Noregi. Har kalla tey skjaldrini fyri barnarím. Hugsandi er eisini, at skjaldur eru komin úr søgum og kvæðum.

- Tá ið eg vaks upp í tríati- og fýrati árunum minnist meg ikki, at skjaldrini vóru vanlig í øðrum húsum í Skálavík. Ættarliðið, sum vaks til fyrst í hesi øldini, hava lagt skjaldrini burtur og tagt, hóast tey hava verið har. Tey tímdu ikki skjaldrini. Hvør grundin er til tað, veit eg ikki. Skjaldrini hava livað væl longri í okkara heimi, og tað kemst kanska av, at pápi var so tilkomin, tá ið vit vóru børn. Hann er føddur í 1889, og er vaksin upp, tá ið skjaldrini vóru vanlig. Inn í okkara heim hevði hann alt tað gamla við sær, meðan mamma hevði donsku háskúlabókina, haðani nógv varð sungið, og sjómansvísur. Vit eru í grundini vaksin upp við tveimum ættarliðum, og tað hevur givið okkum ótrúliga nógv virðismikið.

- Summi duga ikki at síggja virðið í skjaldrunum, men siga, at tey eru tvætl. Í mínum hugaheimi er tey fyri at sissa og gera barnið róligt. Tey eru eisini upplýsing til barnið. Sjálvsagt eru nógv skjaldur tvætlirímur og ramsur. Ramsur er kanska ikki rætta orðið, tí eisini í teimum, er upplýsing. Tovararoð, sum kemur fyri í skjaldrinum um Sjúrðarkonu, ið stendur undir veggi, høvdu menn á bakinum undir leypinum, tá ið teir bóru tøð ella annað, sum væta kom úr. Ikki fyrr enn eg eri vorðin vaksin, havi eg hugsað um ymiskt, sum kann tyljast óskiljandi í skjaldrunum.


Tey mugu ikki fara

Skjaldrini eru í dag til á prenti við nótum og á bandi, bæði í Útvarpi Føroya og á Fróðskaparsetrinum, men sum skilst eru tey ikki nógv, sum brúka tey. Ymsar royndir eru tó gjørdar seinnu árini, sum hava til endamáls at birta nýtt lív í tey. Nógvir skúlar kring landið taka tey javnan fram, ofta í sambandi við evnisdagar og evnisvikur, tónleikabólkurin Enekk og Kári Sverrisson hava sungið nøkur inn á fløgu við góðum úrsliti, og hvørt fríggjakvøld hava øll børn í Føroyum, og vaksin við, høvið at síggja og hoyra Vilhelminu í Likkulikkuleiu, ið er barnasend-ingin í Sjónvarpi Føroya.

- Eg eri ikki bangin fyri at skjaldrini fara med alla. Kári Sverrisson, Sharon Weis og Kristian Blak hava gjørt eitt stórt arbeiði til frama fyri skjaldrini, og eg haldi ikki, at tað sakar nakað, at tey fáa ein nýggjan øðrvísi dám. Tað ger tey ikki minni áhugaverd. Tey smáu børnini eru ómetaliga glað fyri tey, og syngja tey. Ikki øll verða rúnabundin av skjaldrum. Av mínum ommubørnum eru tað ikki øll, sum tíma at hoyra skjaldur, men so eru nøkur, sum duga nógv og duga tey væl.

- Skúlarnir gera nógv fyri at fáa tey inn. Eg fái afturmeldingar frá børnum, ungum- og eldri fólki, sum eru glað fyri, at skjaldrini eru at hoyra aftur. Men tað verður sjálvsagt ongantíð ikki sum fyrr, ella sum tá eg var barn, at mammur og pápar nana børnunum meðan tey syngja skjaldur. Tey hava ikki tíð, og skjaldrini siga ikki børnum í dag tað sum tey søgdu børnum fyrr. Í dag er tað so ómetaliga nógv, sum upptekur hugan hjá børnum, men so leingi tað er onkur, sum hevur áhuga fyri teimum, bragdar í. Hinvegin haldi eg, at tað er spell, at børn í dag ikki fáa skjaldrini við móðurmjólkini sum eg, tí vit skjaldrunum fáa tey eisini tætta sambandið við tann sum nanar, sigur Vilhelmina.


Nýggjan leiklut

Í hesum døgum er Vilhelmina í Havn, har níggir partar verða tiknir upp til Likkulikkuleiu. Sum skilst verða stórar sparingar framdar á stovninum, men tíbetur fyri okkum øll, ikki minst fyri børnini, heldur Likkulikkuleia fram ótarnað.

- Likkulikkuleia er so ómetaliga væl umtókt millum børn. Tá ið Vár og Páll fóru undir sendingarnar, settu tey seg í samband við meg, og tað hevði eg sjálvsagt einki ímóti. Leikluturin hjá mær í sendingini nú í mun til teir fyrstu partarnar er broyttur eitt sindur. Eg eri meiri við og tað dámar mær bara væl. Nú havi eg so dánt vant meg við myndatólini. Vár og Páll duga so ómetaliga væl. Tað sum tey hava at bjóða børnunum er einastandandi, tað er dygd, og børnini kunnu slappa av alla tíðina, meðan tey verða upplýst og undirhildin. Sendingarnar eru so positivar, og børnini eiga nakað gott í Vár og Pálli, sigur Vilhelmina Larsen at enda í viðtali.