Lærarin má taka ræðið

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Tey vaksnu mugu aftur taka ræðið í skúlunum. Misskilt tolsemi hevur ov leingi latið næmingarnar siga, hvar skápið skal standa.
 Ein kanning, sum fólk frá miðstøðini fyri atferðargransking á háskúlanum í Stavanger hava gjørt, vísir, at næmingar vilja hava greiðar, avgjørdar og reglufastar lærarar.
Úrslitini frá eini verkætlan í 4 skúlum í Oslo vísir, at avgjørdir og greiðir lærarar, umframt at minka um happingina millum næmingar, eisini  gera undurverk fyri dissiplin og bindindi.
Sigrun Ertesvåg, sum hevur ábyrgdina av kanningini, trýr uppá eina strangari flokksleiðslu, men tað merkir tó ikki, at vit eiga at seta pening av til nýggj spanskrør, sigur hon við norska Aftenbladet 29. mars.