Læraraskúlin hevur opið hús í kvøld

Í kvøld ber til at vitja á Føroya Læraraskúla, har tað fer at verða kunnað um nýggju útbúgvingarnar til pedagog og lærara, sum tað verður farið undir í august í ár Í kvøld verður opið hús á Føroya Læraraskúla. Millum klokkan 20 og 23 eru øll, sum ætla sær at fara undir lestur til lærara og pedagog og onnur áhugað, væl komin at vitja á Læraraskúlanum.

Hesar seinastu vikurnar hava 2. árs læraralesandi verið í nýggjari starvslæru ella praktikk á skúlum í Eysturoy. Fokus hevur verið á byrjunarlesing, og fríggjakvøldið fara lesandi saman við læraranum Karolinu Matras at greiða frá, hvat hetta hevur snúð seg um, og hvat tey hava fingið burturúr.

Sunleif Rasmussen fer at hugleiða um skapandi læring ella kreativitet í læringini, og pedagoglesandi á 3. ári fara at greiða frá vitjan í barnagarði í Kroatia í síðstu viku og frá kreativum íslettum í útbúgvingini.

Og so verður kunnað um møguleikarnar at lesa til pedagog og lærara.

Løgtingið hevur samtykt, at Læraraskúlin nú skal verða partur av Fróðskaparsetri Føroya, og ætlanin er longu í summar at fara undir BA lestur bæði til pedagog og lærara. Hetta fer tað at verða kunnað um, og tað verður eisini møguleiki at tosa við lestrarvegleiðara, rektara og onnur starvsfólk.

Tað verður opið á Læraraskúlanum millum klokkan 20 og 23 í kvøld.