Læraraskúlin bjóðar nýggjar útbúgvingar

Møguleiki er at taka 48 pedagoglesandi og 48 læraralesandi inn í summar til lestur, sum verður eftir nýggjari skipan

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður í summar pláss fyri 48 nýggjum læraralesandi og 48 nýggjum pedagoglesandi á Føroya Læraraskúla, sum frá 1. august verður partur av nýggja Fróðskaparsetri Føroya.

Arbeitt verður við at fyrireika nýggja lóg fyri læraralestur og pedagoglestur. Lógaruppskotið ætlast at verða liðugt eina ferð í summar. Tað skal leggjast fyri tingið eftir Ólavsøku, og nýggja lógin skal galda frá 1. august 2009.

Men hóast nýggju ásetingarnar ikki fáa gildi fyrrenn um eitt ár, so er ætlanin, at tey, sum verða tikin upp á læraraútbúgvingina og pedagogútbúgvingina í summar, skulu lesa eftir nýggjari skipan. Ætlanin er at skipa lesturin hetta fyrsta árið í royndarskipan. Tá ið nýggja lógin so verður samtykt, er ætlanin, at tey, sum fara undir lestur í summar, skulu halda fram og gera seg liðug við lesturin eftir nýggju skipanini.

At talan verður um nýggjar ásetingar fyri útbúgvingarnar fer at kennast aftur á mangan hátt í lestrinum, sum ætlast at vera fýra ár.

Ein er, at talan nú verður um BA lestur, sum fer at enda við BA uppgávu. Tað verður arbeitt við møguleikanum fyri MA lestri, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, nær tað fer at bera til.

Ein onnur broyting er, at lesturin fer at verða skipaður heilt øðrvísi, enn hann higartil hevur verið. Ætlanin er í royndarárinum at skipa lesturin í evnum, sum verða skipað í modulum. Hetta fer at bera við sær, at tey lesandi kunnu savna seg um fá evni í senn. Hesin hátturin at skipa lesturin hevur verið royndur seinasta lestrarárið. Tey lesandi hava sum heild givið royndini gott skoðsmál, og út frá royndunum og viðmerkingunum hjá teimum lesandi verður hildið fram við skipanini. Eftirmetingar og próvtøkur verða alt árið og ikki bara upp undir summarfrítíðina. Ikki minst í pedagogútbúgvingini verður talan um fleiri formligar eftirmetingar, enn tað higartil hava verið.

Umsóknarblaðið til pedagoglestur og læraralestur fæst á heimasíðuni hjá Føroya Læraraskúla, flsk.fo. Freistin at søkja er mánadagin 23. juni klokkan 15.00.