Í fleiri amerikonskum statum umhugsa myndugleikarnir at lata lærararnar hava vápn uppi á sær, meðan teir eru í skúla. Tað skal forða fyri fleiri skottilburðum í skúlunum.
Kjakið um at lata lærararnar hava vápn uppi á sær í skúlatíðini er kyknað í kjalarvørrinum av hópdrápinum í einum skúla í býnum Newtown fyrr í hesum mánaðinum.
Fyribils eru myndugleikarnir í seks statum í ferð við at fyrireika uppskot um at lata lærararnar bera vápn í skúlatíðini.
-Okkara uppskot er, at um skúlar hava ynski um tað, kann skúlastjórin ella onkur í skúlanum annar fáa venjing í at brúka skotvápn, og hvussu ein eigur at bera seg at í einari tílíkari støðu sum teirri í Newtown, sigur Tom Horne, sum er løgmálaráðharri í teirri lokalu stjórnini í statinum Arizona.
Sjálvur heldur hann, at tað besta var, um vápnað løgreglufólk vóru á øllum skúlum, men hann ásannar, at tað kann vera ein dýr loysn í hesum fíggjarligu trongu tíðum.