Frá næsta skúlaári verða nýggj mál og krøv sett til, hvat næmingarnir skulu duga á teimum ymsu floksstigunum. Allar lærugreinir í skúlunum fáa sínar egnu námsætlanir, sum gjølla áseta endamálið við lærugreinini, og hvørji krøv verða sett. Seinastu tvey árini hava fleiri enn 50 bólkar arbeitt við at gera uppskot til nýggjar námsætlanir frá fyrsta flokki til miðnám, og í september og oktober skipa skúlaleiðslurnar fyri hoyringar- og kunningarfundum.
Á fundunum fáa lærararnir høvi at viðgera uppskotini og siga sína hugsan. Við¬merk-ingarnar og uppskot til broytingar verða savnað í Mentamálaráðnum, og til várs verða námsætlanirnar lagdar alment fram til hoyringar.
Tá nýggju námsætlanirnar verða tiknar í nýtslu, kemur eingin næmingur heim við einum 13-tali. Besta próvtalið verður 12 og tað vánaligasta minus 3. Nýggju próvtølini verða givin eftir málunum, sum lýst eru í námsætlanunum fyri lærugreinirnar.
?Hetta er eitt umfatandi arbeiði, og eg vóni, at lærararnir taka væl undir við nýggju námsætlanunum, og at teir nýta høvi at koma við kritiskum og konstruktivum viðmerkingum. Tað er avgerandi fyri, at vit fáa eitt gott úrslit?, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í tíðindaskrivi, sum er komið frá MMR.