Páll Poulsen, skrivari í Føroya Lærarafelag, vil ikki hava, at føroyskir lærarar skulu hava ummæli av sær sjálvum sum lærara liggjandi á internetinum.
Tað sigur hann á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, nú tað frættist, at í Danmark eru røddir frammi um at at geva lærarum í fólkaskúlanum skoðsmál.
Og fær danska foreldrasamskipanin sín vilja, skulu hesi skoðsmál leggjast út á heimasíðu skúlans.
Hann staðfestir, at í føroyska skúlanum ganga vit mangan í fótsporunum á danskarum, men tað hevur ikki altíð verið til gagns fyri føroyska fólkaskúlan, tí vit liva í einum heilt øðrum samfelagi.
- Vónandi klára okkara skúlamyndugleikar hesaferð at standa ímóti trýstinum fyri at seta eina tílíka skipan í verk í Føroyum, sigur Páll Poulsen.
Í Danmark halda summi, at ein tílík skipan kann lyfta fólkaskúlan upp á eitt hægri stig, tí skúlarnir fara at vera varnari við hvønn teir seta í starv. Samstundis fara lærarar at verða ágrýtnari í sínari undirvísing og leggja størri dent á at dagføra seg sjálvar við eyka útbúgving o. s.fr.
- Heilt erligt, so trúgvi eg ikki upp á nakað av hesum, tí skúlin er ikki nóg høgt raðfestur í politisku skipanini, hvørki í Danmark ella í Føroyum.
Skrivarin í Lærarafelagnum vísir á, at føroyska fólkaskúlanum er tað skúlastjórin, ið setir lærarar í starv eftir tilmæli frá einari setanarnevnd.
- Áðrenn lærari verður settur í starv, skal hann ígjøgnum eina umfatandi starvsetanartilgongd, og har verður hann væl og virðiliga vigaður. Verður hann funnin ov lættur, verður hann ikki settur í starvið.
- Tá ið lærari er settur í starv, er tað skúlaleiðslan, sum skal ansa eftir, at hann lýkur krøvini í starvinum. Ger hann ikki tað, skal leiðslan gera nakað við trupulleikan, og í ringasta føri kann skúlastjórin siga læraran úr starvi.
- Hví lærarar fram um øll onnur fólk skulu hava eitt skoðsmál liggjandi á einari heimasíðu, dugi eg als ikki at skilja, sigur Páll Poulsen.