Lærarar ørkymlaðir av Helenu Dam á Neystabø

Lærarar í donskum eru sera ørkymlaðir av fráboðanini hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum um, at lærugreinin danskt verður tikin av sum kravd lærugrein Tað siga 21 dansktlærarar í føroysku studentaskúlunum og HF-skeiðunum og handilsskúlunum, í opnum brævi til landstýriskvinnuna í dag.

Grundgevingin fyri broytingina er nýggja avtalan við danska kenslumálráðið, ið viðurkennir føroyskt sum førleikagevandi móðurmálslærugrein á jøvnum føti við móðurmálslærugreinir í øðrum Norðurlondum.

- Vit fegnast um viðurkenningina, sum føroyskt loksins hevur fingið.

- Vit skilja tó ikki, at hetta skal vera orsøk til at taka av danskt sum lærugrein, siga lærararnar.

Lærararnir siga, at danskt inniheldur undirvísing í bókmenta-, lista- og mentanarsøgu, sum ikki beinleiðis kann flytast í føroyskt. Henda undirvísing er neyðug fyri at geva næmingunum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák, ið ikki eru umboðaði í føroyskum bókmentum, hvørki upprunaligum ella týddum.

Teir vísa eisini á, at danskt gevur næmingunum førleikar at samskifta bæði í skrift og talu í øllum Norðurlondum, gevur teimum lætta atgongd til norðurlendsku mentaninar, og er ein sera týdningarmikil málsligur førleiki hjá teimum mongu av næmingunum (uml. 80-90%), sum velja at lesa í Danmark.

- Tað er framvegis brúk fyri undirvísing í donskum í føroyskum studentaskúlum og HF-skeiðum og á handilsskúlum.

- Nýggja avtalan við danska kenslumálaráðið broytir ikki hetta, men vit hava nú møguleikan at skipa innihaldið í lærugreinini eftir okkara egna tørvi.

- Okkara tilmæli er tí, at ein nevnd verður sett at viðgera, hvussu innihaldið í lærugreinini danskt skal skipast í nýggju føroysku skipanini, siga dansktlærararnir.