Eftir summarferiuna skal nýval verða um formanssessin í Føroya Lærarafelag.
Tað er greitt, nú Lærarafelagaði noydduast at skifta formann mitt í valskeiðnum.
Eftir at Magnus Tausen, sum var formaður í Lærarafelagnum felagnum, bleiv leiðari í nýggja vitanarstovninum, tók næstformaðurin í Lærarafelagnum, Páll Poulsen, við sum formaður.
Men beint eftir summarferiuna sleppa limirnir í Lærarafelagnum at siga sína hugsan, tí tað er avgjørt, at tá skal eykaaðalfundur verða, har eittans mál er á dagsskrá og tað er formansval.
Sostatt er tað greitt, at í fyrstu atløgu verður Páll Poulsen sitandi sum formaður til formaðurin, ið verður valdur á eykaaðalfundinum, tekur við og tað verður væntandi 1. oktober.
Sjálvur verður Páll Poulsen ein av teimum, ið fer at liggja á vágskálini hjá læraranum, tá ið aðalfundurin verður
Hann sigur nevniliga, at sjálvur fer hann at bjóða seg fram sum valevni til formansvalið, tí hann hevur onki ímóti at halda fram sum formaður.










