Tað kundi verið líkt til, at stóð tað til veðurguðarnar, so hevði semja langt síðani verið funnin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Tá sáttmálasettir lærarar í arbeiðssteðgi sunnudagin klokkan 16 skipaðu fyri tiltaki við sangi og røðum á Vaglinum í Havn, skein sólin. Talan var um ein av bestu várdøgum, ið vit hava sæð í ár, so hóast døpru orsøkirnar til tiltakið, so mundi mangur hugna sær hesa løtuna á Vaglinum.
Á røðarapallinum stóðu Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag, Annlis Sverradóttir, umboð fyri lærarar og samskiparar, Eyðdis Baldvinsson, umboð fyri skúlaleiðslur og eisini helt ein næmingur røðu.
Pauli Hansen, Heri Kragesteen og onnur sungu m.a. ?Eg liti ljósið? og eisini var felagssangur.
Eisini varð skipað fyri innsavnan av undirskriftum til áheitan á myndugleikar um at bera so í bandi, at endi brátt fæst á ósemjuni.
Løtan á Vaglinum bar brá av hugna. Nógv fólk hevði leitað sær at lurta eftir røðum og sangi og lagið var gott í góðveðrinum sunnudagin.










