Tolið hjá sáttmálasettu lærarunum í trætuni við fíggjarmálastýrið er við at verða uppi. Fyri enn einaferð at vísa á ónøgd sína við viðurskiftini, fóru lærararnir í dag - hósdagin - mótmælisgongu frá Føroya Læraraskúla niðan á Undirvísingar- og Mentamálastýrið við Hoyvíksvegin.
Á Undirvísingar- og mentamálastýrinum skulu lærararnir handa Signari á Brúnni, landsstýrismanni, mótmæslisskriv.
Mótmælisgongan endar í Tinganesi.










