Lærarafelagið átalar Fíggjarmálaráðið

Enn eitt fakfelag vísir stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar

Fakfeløgini tykjast at sláa ring um Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríðnum móti Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Í síðstu viku slitnaðu samráðingarnar millum partarnar um nýggja lønarsáttmála til sjúkrarøktarfrøðingar, og hevur felagið síðan lýst arbeiðssteðg fyri nakrar av sínum limum.


Í dag hava fleiri fakfeløg víst sín stuðul til verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og síðsta í røðini er Føroya Lærarafelag, sum í fráboðan í dag hartar Fíggjarmálaráðið fyri samráðingarleistin.
Yvirlýsingin hjá Føroya Lærarafelag er fylgjandi:


Føroya Lærarafelag vil hervið siga frá, at felagið tekur undir við og stuðlar Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum í krøvum teirra um betri løn og arbeiðsumstøður.


Føroya Lærarafelag átalar, at gjørdar lønaravtalur hjá Fíggjarmálaráðnum skulu verða karmur fyri aðrar fakbólkar.


Vit heita á Fíggjarmálaráðið um at taka samráðingarnar uppaftur og føra veruligar samráðingar.


Vegna Føroya Lærarafelag
Herálvur Jacobsen, formaður