Lærarafelag Handilsskúlans: Fíggjarmálastýrið rennur undan

Samráðingarnar millum Lærarafelag Handilsskúlans og Fíggjarmálastýrið eru slitnaðar. Málið um pensjónsupptakið liggur tí framvegis óloyst, og sigur Lærarafelag Handilsskúlans, at tað er Fíggjarmálastýrið, sum rennur undan pensjónsupptakinum, og hetta hava teir gjørt alt samgonguskeiðið

Ósemja: Málið gongur aftur heilt til 1988, tá ið blokkstuðulin kemur. Í tíðarskeiðnum frá 1988 ? 1992 setur Mentamálastýrið 13 lærarar í starv á Handilsskúlanum. Í setanarskrivinum hjá hesum 13 læraranum gevur mentamálastýrið lærarunum rætt til eftirløn, sum arbeiðsgevarin hevur skyldu at syrgja fyri.
Samráðingarleiðarin hjá fíggjarmálastýrinum váttar í 1998 munnliga, at hesa skyldu hevur arbeiðsgevarin forsømt og at fíggjarmálastýrið hevur skyldu til at veita hesum lærarum tilsagnarpensjón, men tá Lærarafelag Handilsskúlans biðjur um eina skrivliga váttan, verður hetta noktað teimum.
Árið eftir skiftir Fìggjarmálastýrið meining, og sigur, at Lærarafelag Handilsskúlans skal gera ein sáttmála við fíggjarmálstýrið fyrst, áðrenn teir 13 lærararnir kunnu fáa eftirløn. Føroyskur sáttmáli skal gerast, tí higartil hava føroyskir handilsskúlalærarar brúkt danskar lønir og arbeiðstíðir, sum heimastýrið hevur góðkent síðani 1988.
? Fíggjarmálastýrið hevur ongantíð gjørt vart við, at teir eru ónøgdir við sáttmálan, sum hann er nú, sigur Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilsskúlans.
? Ein kann væl siga, at síðani 1988 hava ongar eftirlønir verið í lagið, og vit hava ikki havt nøkur tryggjaði eftirlønarviðurskifti.

Sáttmálin

Fíggjarmálastýrið krevur, at nýggi sáttmálin skal innihalda nýggjar arbeiðstíðarreglur, sum skulu nýtast ístaðin fyri tær donsku. Fyri tveimum árum síðani varð sáttmáli gjørdur millum Fíggjarmálstýrið, Yrkisfelagið og Felagið fyri Sjómansskúla- og Maskinskúlalærarar.
? Hesi feløg hava fingið heili tvey ár at tillaga seg, meðan fíggjarmálastýrið nú krevur, at vit skulu hálsa um uppá eini 14 dagar, og tað ber als ikki til, greiðir Fritleif Henriksen frá.
? Einasta kravið vit seta til sáttmálan er, at vit vilja staðfesta arbeiðstíðirnar, sum tær eru nú, og vit vilja hava eftirlønirnar í rættlag. Vit seta ongi lønarkrøv av nøkrum slag.
? Fíggjarmálastýrið fekk bræv frá okkum longu 18. desember, men vit fingu ikki fyrsta fundin fyrr enn 28. januar. Sìðani hevur Fíggjarmálastýrið avlýst eina røð av samráðingarfundum. Teir renna undan pensjónsupptakinum, og hetta hava teir gjørt alt samgonguskeiðið. Talan er um eini 10 ? 15 milliónir krónur, sum eru forsømdar í pensjónsgjøldum.
Fritleif Henriksen sigur annars, at vónandi verða samráðingarnar tiknar uppaftur aftaná valið, tá nýggj samgonga er skipað.
? Tað kann ikki gerast verri enn tað er nú, og vónandi fáa vit ein hóvligari fíggjarmálaráðharra tá.
Lærarafelag Handilsskúlans hevur higartil noktað limum sínum at gera uppgávur til próvtøkurnar. Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at ongin næmingur fær prógv av Handilsskúlanum í ár, men hetta verður støða tikin til á aðalfundi tann 12. apríl.