Læraraútbúgvingin má eftirmetast

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur tað vera av stórum týdningi, at læraraútbúgvingin verður eftirmett sum skjótast

- Vit eiga alla tíðina at spyrja okkum sjálv, hvat tað er fyri skúla, vit vilja hava, og hvat vit skulu vænta av teimum, sum arbeiða í skúlanum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í viðtalu við Skúlablaðið.

Formaðurin vísir á, at í samgonguskjalinum stendur, at læraraútbúgvingin skal eftirmetast.

-Ein eftirmeting er neyðug, so vit fáa komið nærri einum leisti at mynda læraraútbúgvingina í framtíðini, heldur formaður Føroya Lærarafelags, sum vónar, at øll, sum varða av útbúgvingini, tað er politiska skipanin, Fróðskaparsetrið, Námsvísindadeildin, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, Lærarafelagið og lærarar tora at fara undir eitt kjak um, hvørja leið vit eiga at fara.

- Vit mugu øll í felag sakliga viðgera spurningin um, hvat læraraútbúgvingin eigur at fata um, og hvussu hon eigur at verða skipað. Hetta er eitt grundleggjandi kjak, sum vit ikki hava havt í nýggjari tíð, heldur ikki, tá ið útbúgvingin var umskipað í 2008. Lærarafelagið kann bara minna á týdningin av, at stig verða tikin til eitt slíkt kjak; ábyrgdina at taka stigið eigur politiski myndugleikin á økinum, tað vil siga landsstýrisfólkið á økinum. Eftir okkara hugsan er ikki skilagott at hava aðalorðaskifti í tinginum um hetta, tí tað kemur ov lítið burturúr; heldur hinvegin eigur viðgerðin at fara fram í breiðari høpi, sigur Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, millum annað í viðtalu við Skúlablaðið.