Svimjing
Hetta er aðru ferð, at Haljand vitjar í Føroyum, og niðurstøðan frá vitjanini hesaferð var, at føroysku svimjararnir sum heild hava betrað um sín teknikk, men at har enn manglar nakað serliga í undirvatnsfasuni.
Mannagongdin var at svimjararnir fyrst vórðu filmaðir ein og ein, yvir og undir vatn, meðan teir við fullari ferð svumu sína sergrein. Hesar upptøkur vórðu viðgjørdar av professaranum, sum síðani gav afturmeldingar til hvønn svimjara sær á fundi saman við venjarum teirra. Ein tilgongd sum tilsamans kravdi tveir tímar av filming, 12 tímar av videoviðgerð og 12 tímar av fundum.
Svimjararnir vóru 16 serliga útvaldir svimjarar, ið verða mettir av hava serliga góð evni til svimjing, og sum ætla sær at kappast í rúma tíð afturat. Hartil bjóðaði professarin seg til at brúka ein tíma afturat uppá 9 eyka svimjarar, so at samlaði hópurin til sjálva filmingina gjørdist 25 svimjarar. Hetta so at upptøkurnar av teimum kunnu nýtast nú og í framtíðini, til samanberingar.
Niðurstøðan hjá professaranum var sum heild, at svimjararnir hava betrað nógv um síni rørslumynstur, men at tey mangla kraft. Øll stóðu rætt á startskamlinum, og lupu, svumu og vendu eisini rímiliga rætt. Men nógv vóru tó alt ov spakulig serliga í undirvatnssvimjingini, í mun til tað sum estiski professarin hevði væntað sær av betringum síðani vitjanina í mars mánaða í fjør.
Glottar vóru at Pál Joensen sambært professaranum nú er "almost perfect", við ovurlongum tøkum og góðum teknikki sum heild. Turið S. Christiansen hevur "world class" beinspark, har føturnar slettis ikki flyta seg aftureftir í sjálvum beinsparkinum, men í staðin útilokandi flyta kroppin frameftir, sum tá ið vit onnur seta av frá einum veggi. Og at Magnus Jákupsson hevur teknikk til at svimja fleiri sekund skjótari enn hann longu ger.
Rein Haljand hevur seinastu 7 árini verið tilknýttur at millum øðrum danska svimjisambandinum, ið sum kunnug eisini er í rúkandi menning. Hann hevur verið tekniskur ráðgevi hjá heimsmeistarum sum Alexander Popov úr Russlandi, Ian Thorpe úr Avstralia, Stefan Nystrand úr Svøríki, Otylia J?drzejczak úr Póllandi og Brent Hayden úr Kanada. Fremsta orsøk til at hann vil hjálpa okkum í Føroyum, er at hann sær stórar møguleikar í serliga Pál Joensen.