Listastevna Føroya fór av bakkastokki í gjár, og næstu dagarnar verða Føroyar mentanarligur miðdepil fyri nógv ymisk sløg av list.
Áðrenn sjálv stevnan varð sett, so varð skipað fyri skeiðið í Sjónleikarhúsinum í Havn. Skeiðið var ætlað fólki, sum fáast við ymiskar listagreinir. Tað vóru fólk frá Den Jyske Opera, sum skipaðu fyri skeiðinum. Tað var Birthe Niilonen, varð leiðari á skeiðnum. Hon er leikstjóri hjá Den Jyske Opera, og eisini leikstjórnar hon barnaoperuni ?Tað lovaða landið?.
Skeiðið er komið í lag í samstarvi millum MÀF, t.e. Meginfelag Áhugaleikara Føroya, og Listastevnuna.
Á skeiðinum lærdu luttakararnir m.a. eitt sindur um improvisation (at spæla ófyrireikað, orðb.).
Skeiðið vardi tað mesta av týsdegnum.
Møguleiki verður, sum áður nevnt, at síggja Barnaoperuna ?Tað lovaða landið? í sambandi við Listastevnuna, og her er tað eisini Birthe Niilonen, sum hevur leikstjórnað.