Lær at skriva akademiskar uppgávur

Fróðskaparsetri bjóðar í hesum døgum til eitt skeið, sum gevur fólki møguleikan at læra hvussu ein akademisk uppgáva skal skrivast.

 

Talan er eitt tilboð til lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað verður Bjørg Jacobsen, sum verður lærari og neyðugt er ikki við fyrireiking. Skeiðið er grundað á bókina Den gode opgave eftir Lotte Rienecker og Peter S. Jørgensen.

 

Á skeiðinum verður komið inn á hesi økir:

• Hvussu komi eg í gongd?

• Hvussu geri eg ein hóskandi spurdóm?

• Hvussu skal eg brúka bókmentirnar?

• Hvussu byggi eg uppgávuna upp?

• Hvussu sleppi eg burtur úr henni?

 

Skráin sær soleiðis út:

• Mánadag 08.10.: Kom í gongd – spurdómur.

• Mikudag 10.10.: Skriviprosess og strukturering.

• Mánadag 22.10.: Argumentatión.

• Mikudag 24.10.: Formalia.

 

Undirvíst verður kl. 15-17 allar dagar. Freistin at melda til er 1. oktober og verður hetta gjørt hjá Bjørg Jacobsen bjorgj@setur.fo. Her fæst eisini nærri kunning.

 

Pláss er fyri 20 studentum – tekna fleiri seg, verður bíðilistin gjørdur.

 

Skeiðið gevur ikki ECTS

Hetta skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum í dag.