Tað er nú greitt, at línuskipini fara ikki sjálvi at fiska kvotuna upp á 5000 tons, sum tey fingu av makreli í ár, men fara at selja øðrum skipum hana.
Tað staðfestir Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip.
Hann sigur, at makrelkvotan kom so seint, at skipini hava ikki stundir at finna útav, hvussu tey skulu fiska hann.
Tískil hava skipini gjørt av at selja og hóast hon ikki formliga er seld, er ein fyribils avtala gjørd við JFK hjá Hanus Hansen í Klaksvík og Framherja hjá Anfinni Olsen á Toftum, um hvør sína helvt av kvotuni.
Hann vil ikki siga prísin, men hann er láturligur, staðfestir hann.
Portalurin hevur hoyrt ein prís upp á 1,75 krónur fyri kilo, men tað vil formaðurin í Línuskipum ikki kennast við.
- Men tað líkist ásannar hann.
Tað gevur ein prís upp á 8,75 milliónir tilsamans.
- Vit hava gjørt avtalu um ein fyribils prís, sum kann hækka, alt eftir, hvat fæst burtur úr.
Sostatt verður endaligi prísurin roknaður út, tá ið makreltíðin er av.
- Tað ber illa til at seta ein endaligan prís nú, tí ongin veit, hvat avreiðingarprísurin verður, sigur formaðurin í felagnum línuskipum.
Øll fáa tað sama
Tað eru 21 línuskip í flotanum, harav tey 16 eru í vinnu, sigur Hálvdan Gudmundsen.
Hinvegin leggur hann afturat, at kvotan upp á 5000 tons er býtt javnt ímillum øll 21 skipini.
Sostatt verður eisini søluprísurin upp á 8.750 milliónir býttur sundur ímillum øll skipini og tað gevur teinum góðar 416.000 krónur í part.
Hálvdan Gudmundsen sigur, at tað er við ringum tannabiti, at tey selja kvotuna.
- Vit taka ikki undir við, at fiskirættindi verða seld, sigur hann
Men hann heldur, at línuskipini eru í serstøðu í ár.
Eitt er, at kvotan kom so seint, at tað ber ikki til at fiska hana.
Hitt er so tað, at botnfiskaflotin er sera illa fyri av fiskaloysi og tískil varð neyðugt at línuflotin fekk okkurt afturfyri.
- Og sjálvandi skuldu vit eisini hava okkara part, akkurát sum øll onnur hava fingið sín part, sigur formaðurin í felagnum.
- Tað, vit fáa fyri makrelkvotuna, er ein lítil gularót, sum munar eitt sindur hjá línuflotanum, men tað ger ikki stóran mun.
- Høvdu vit ikki verið í neyð av fiskaloysi, høvdu vit heldur ikki biðið um makrelkvotu, tí vit høvdu ikki havt brúk fyri tí.