Línuskipini nýliga farin útaftur

- Tey flestu línuskipini fiska á djúpum vatni, har tey fáa mest av brosmu og longu. Eitt skip er undir Íslandi, og eitt er á Íslandsrygginum. Skipini fáa eina blanding av toski, brosmu, longu og so nakað av svartkalva og blálongu.

Fiskamarknaður Føroya vísir á, at eitt línuskip er norðanfyri og fiskar svartkalva og blálongu, og eitt er vestanfyri og fiskar tosk og hýsu.

- Línuskipini eru nýliga byrjað at fiska, og tí er ivasamt, hvussu nógv skip koma inn í vikuni. Møguliga kemur eitt inn í dag og okkurt eisini seinni í hesi vikuni.

Um útróður sigur marknaðurin, at streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri. Tað verður mest av toski og hýsu, men eisini nakað av brosmu og longu.

Fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska mest upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Flestu partrolarar eru eisini úti, og teir flestu fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur.

- Djúpvatnstrolarar og partrolarar koma inn, sum vikan gongur.

Tveir trolbátar eru á Skeivabanka, og veiðan er toskur, upsi, longa og nakað av hvítingi og havtasku. Annar kemur inn í dag, og hin kemur helst seinni í hesi vikuni.