Línuskipini óbroytt úrslit í 2012

- Línuskipini hava havt nøkur vánalig ár. Vegna minking í veiðinøgd og miðalprísi seinastu árini hevur stór afturgongd verið, tó at 2010 og 2011 royndust heldur frægari.

Tað sigur grannskoðarafelagið Nota í síni greining av fiskiskipaflotanum fyri árið 2011. Felagið hevur annars neyv hagtøl yvir gongdina øll árini aftur til 1996.

- Framgongdin hjá línuskipum hevur tó ikki verið nóg stór til, at bólkurin samanlagt hevur avlop.

Lagt verður aftrat, at talið av línuskipum er minkað úr 24 niður í 17 skip árini 2007 til 2011.

- Støðug hall í mong ár hevur tært upp á fíggjarstøðuna hjá línuflotanum, og gongdin er ikki nøktandi.

Nota vísir til tøl hjá Føroya Fiskimannafelag fyri árið í ár, og her verður sagt, at fyrstu 10 mánaðirnar í 2012 er veiðivirðið á nøkulunda sama støði sum sama tíðarskeið í fjør.

- Tí kann úrslitið hjá línuskipum væntast at vera óbroytt í 2012 í mun til í 2011, sigur Nota í sínari roknskapargreining.