Sambært samandrátti, sum Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt fyri komandi viku, skilst, at fleiri línuskip koma inn at landa í morgin. Aðrar landingar verða eisini í vikuni. Fleiri línuskip verða inni mánadagin. Skipini hava bæði roynt á grunninum og hava fiskað og hýsu, onkur hevur verið á djúpum vatni og fiskað longu og brosmu, og so hava nøkur skip verið vesturi á Rygginum og fiskað tosk, svartkalva og blálongu.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Seinni í hesi vikuni verða eisini nøkur línuskip inni, verður lagt aftrat.
Streymurin verður ringur, sum vikan gongur, og veðrið sær eisini út til at gerast skiftandi. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri í vikuni, sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at djúpvatnstrolarar eru vestanfyri og fiska kongafisk, og onkrir partrola ella royna á djúpum vatni og landa uttanlands.
Teir smærru ísfiskatrolararnir, sum allir partrola, royna ymsastaðni kring Føroyar, men fiskiskapurin er smáligur.
- Hesi skip koma helst inn at landa, sum vikan gongur.
Trolbátarnir fiska havtasku, og onkur kemur inn at landa í vikuni.
Trý garnaskip royna eftir havtasku. Tey koma helst eisini inn at landa miðskeiðis í vikuni.
- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er misjavnur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.