Línuskip geva nógv arbeiði

Tað er serliga, tá línuskipini eru inni, at nógv landingarvirksemi er á Toftum. Soleiðis hevur verið seinastu dagarnar, nú fleiri línuskip hava verið inni og landað

Bæði í endanum av síðstu viku og í byrjanini av hesi vikuni hava fleiri línuskip landað á Toftum.
Flestu skipini hava roynt á Íslandsrygginum og hava fingið væl av fiski.
Harry Benjaminsen, sum starvast hjá Landingarmiðstøð Føroya, sigur, at Stapin, Vesturhavið og Morgunstjørnan hava landað hesa vikuna, og Sigmundur og Mascot landaðu í endanum av síðstu viku.
Sigast kann um veiðina, at skipini hava ligið millum 80.000 pund, sum var veiðan hjá Morgunstjørnuni og upp í eini 175.000 pund, sum var veiðan hjá Stapanum.
Leggjast kann aftrat, at Vesturhavið hevði 140.000, og Sigmundur hevði 130.000 pund.
Harry Benjaminsen sigur, at tað eru serliga línuskipini, sum geva nógva landing, men eru veður-og streymváninar góðar, og nógvur útróður er, gevur eisini útróðurin Landingarmiðstøð Føroya væl av arbeiði.