Línumenn í Norðurlandahúsinum

Heimildarfilmurin Línumenn eftir Zacharias Hammer verður sýndur í Norðurlandahúsinum.

Nú verður nýggi heimildarfilmurin Línumenn eftir Zacharias Hammer sýndur í Norðurlandahúsinum. 

 


 
Filmurin er um okkara saltfiskalínuskip og tess manningar í tíðarskeiðinum frá 1956 til dagin í dag. Tó einamest tíðarskeiðið 1956 - 1994.

 


 
Hetta er tíðin har føroyingar fara frá gomlu træskipunum “sluppunum” til nýggj smíðað stálskip, sum byrjaðu at koma í 1957. Hesi skip fóru longu leiðina vestur um hav til Grønlands og Nýfoundlands á nýggjar fiskileiðir. Gomlu víkingaleiðina.

 


 
Hetta var tíðin, har ungir dreingir fóru til skips 14 ára gamlir og vóru burturi í 4 til 6 mánaðar. Filmurin er um línumennirnar við teirra persónligu søgum og frásagnum. Filmurin lýsir væl hesa tíðina, lívið umborð og tá teir komu inn í fremmandar havnir langt, langt frá Føroyum. Teir siga erliga frá lívinum, tá teir vóru inni í Nýfoundlandi - á vertshúsum teir flestu, tó onkur í kirkju og í onkrum guðshúsi. Hetta var tíðin, tá teir tóku countrytónleikin við sær heim til Føroya. Filmurin vísur væl lívið heima í Føroyum hetta tíðarskeiðið, úr Hattarvík og suður til Vágs. Tíðin tá teir koma heim og eru heima. Tordu mangan ikki at hyggja uppá fólk.

 


 
Hesir menn keyptu tey sonevndu 8 mm filmstólini í Grønlandi og í Ný Foundlandi. Tí finst ein ørgrynna av filmsupptøkum frá hesum túrunum og lívinum heima.

 


 
Filmsýningin verður mánadagin 26. mars kl. 19.00 í Norðurlandahúsinum.