Línuleypurin

Tað, sum fortíðin gav og lærdi okkum, eiga vit í framtíðini at liva av. Línuleypurin er nú vorðin so sjáldsamur, at fólk neyvan kennast við hann, og hann er tí endaður á savni, har hann kann síggjast sum minni um ta tíð, tá hann var millum álitini í føroyska búskapinum

Afturhvarv

Hann er nú so gamal, at flestu fólk kennast ikki við hann meira. Men tað var tann tíð, tá teir í stórum tali stóðu undir hvørjum neystaveggi og undir tróðrinum í mongum hjalli í landinum. Línuleyparnir.
Línan varð rakt í kveylum niður í hann, meðan húkarnir snøggliga lið um lið vórðu settir á rimina, hvørja ferð, avegnt var. Tá so aftur skuldi egnast, varð hvør einstakur húkur aftur á hondum, og tá hann so var egndur, varð hann hongdur niður við rimini uttan. Onkur var so framkomin, at hann hevði gjørt sær eina lítla hill at leggja egnda húkin á.
Í mannaminni var útróðurin álit føroyinga á sjónum. Bara 130 ár eru síðan fyrsta sluppin til havfiskiskap varð keypt hendanveg.
Men framvegis hava føroyingar róðu út, og enn í dag er væl av útróðri kring landið, hóast parturin í dag er minkaður í mun til samlaðu veiðina.
Og neyvan duga vit í dag at ímynda okkum, hvussu verið hevur, tá teir í gomlum døgum fóru við leypinum oman í fjøruna at egna fyri síðan at rógva á fiskileiðirnar kring oyggjarnar at seta. Summir longri og aðrir styttri.
Í dag verður ikki egnt við sild ella hálvrotnari øðu, men við frystum, feskum agni. Og nógvir egna heldur ikki meira, uttan bara skera og leggja í eitt ílat til egningarmaskinuna at klára restina.
Og so kunnu vit sita og hugsa okkum til, hvussu nógv er broytt, og hvussu nógv betur tað er vorðið. Eingin ivi um tað.
So mikið meira eiga vit at virða tann gamla leypin, sum øll hesi árini gav okkara forfedrum tað, tey høvdu at liva av úr sjónum.
Hóast tað, at tað ikki var lukkuligt, tá heldur enn nú, at koma við nýggjum veiðihættum hendanveg. Føroyingurin er konservativur, sum eisini er sagt frá, tá línan fyrstu ferð skuldi roynast her um leiðir.
Komin skuldi hon vera við teimum, sum um miðja næstseinastu øld ella so vóru á rannsóknarferð í Hetlandi og Orkney.
Men tá hon skuldi roynast, mátti bóndin sjálvur seta, meðan bátsmenninir ivasamir hugdu at, men einki søgdu. Teir noktaðu ikki, verður sagt, men illneittust innantanna, tí nú óttaðust teir fyri, at hesin nýggi reiðskapurin fór at oyða teimum grunnarnar.
Og so brúktu teir kortini línuna í áravís soleiðis í leypi. Egndu tað, sum var at fáa. Gággu og øðu ivaleyst. Sild hava teir fingið og so okkurt annað fiskaagn sum ein steinbít ella tað, sum var at fáa.
Og línan varð egnd og sett. Hon stóð og fiskaði og varð so drigin aftur. Og hesa tíðina, meðan hon stóð, nýttu teir so til eitthvørt annað. Kanska egndu teir eina aðra línu, ella teir hildu snøri.
Teir sótu kanska bara niður á árarnar og hvíldu eina løtu, um veðrið var gott. Tosaðu um dagsins mál ella bara hvør sær hevði eina stilla løtu soleiðis fyri seg sjálvan.
Aðrar dagar var ivaveður, og teir sótu á varðhaldi. Hvør tægr spent. Alla tíðina klárir at fara til árar, skuldi eitthvørt borist á.
Kíkurin lá har og vóð í vatnskorpuni. Tað rak so mikið, at tað stóð rættiliga á honum. So ikki gjørdist annað enn at bíða, til rákið linkaði.
Hetta brædda kálvskinnið, sum teir høvdu flett í bjølg. Sett proppar í háls og bein, og har annars var eitt hol á, og síðan tjørað. Soleiðis varð alt gangnýtt. Eisini grindamagar og kópaskinn vórðu nýtt til flot.
Í dag er alt plastikk. Reyðar boyur, sum síggjast langt. Og tær hava stong og flagg. Og eisini ljós, so til ber at síggja tær í myrkri. Radarrefleks hava tær, og onkur peiliboya er eisini av og á ímillum.
Men gamli línuleypurin liggur nú fúnaður á onkrum neystalofti ella undir tróðrinum í onkrum hjalli. Línan er rotnað, og húskarni rustaðir. Um ikki alt er burturblakað.
Onkur hendinga verður kanska enn brúktur til eina hissini skrubbulínu. Men til ordiligan útróður verður hann ikki tikin framaftur. Og gott er tað.
Tí hóast vit eiga at virða og varðveita tað, sum fedrarnir settu sítt álit og grundaðu sína tilveru á, er tað kortini ein sannroynd, at tað gamla er farið og alt er vorðið nýtt. Og í flestu førum er tað nýggja hóast alt eitt framstig.
Tí er línuleypurin saman við gamla kálvakíkinum komin á sítt rætta pláss, tá hann í dag stendur í einum skuti á einum savni, har vit eiga at hyggja at honum, minnast og virða hann saman við teimum, sum brúktu hann.