Fiskivinna
Tað gongur upp og niður í fiskivinnuni. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at verða.
Í 2003 hevði línuskipið, Pison í Klaksvík, sítt besta ár nakrantíð, og lítil ivi man vera um, at skipið hetta árið setti øll met.
Pison fiskaði í 2003 fyri 22,4 miljónir krónur, og tað er helst meira, enn nakar annar føroyskur línubátur áður hevur fiskað fyri í eitt ár.
Tann eina túrin í august mánaði í 2003 seldi skipið fyri meira enn 2 miljónir krónur. Hetta var ein av góðu Føroyabanka-túrunum, sum skipið gjørdi hetta heystið. Fiskurin var nógvur, og prísirnir vóru methøgir.
Vanliga er august mánaði vánaligur til fiskiskap hjá línubátunum, men hetta árið royndist hesin mánaður betur enn aðrir.
Men skjótt kann vendast í fiskivinnuni, tá ið tað gongur niður á bakka. Longu árið eftir, at Pison setti øll met, fiskaði skipið fyri 12,6 miljónir krónur (2003) og í ár, nú árið er liðugt, er veiðivirðið slakar 11 miljónir krónur.
Hongur saman
Tórleif Sigurðsson er reiðari á Pison og Kvikki, umframt at hann eisini er útgerðarmaður hjá Froya, sum er fyrrverandi Jógvan S.
Fiskiskapurin hjá Kvikki hevur vanliga verið lakari enn hjá Pison, men í ár hevur Kvikk munin við einum veiðivirði, sum liggur umleið hálva aðru miljón hægri enn hjá Pison.
Tórleif Sigurðsson vísir á, at veiðivirðið hjá Pison í ár er minni enn 50% av veiðivirðinum í 2003.
- Kortini hongur raksturin hjá skipunum saman, leggur hann aftrat.
Reiðarin veit at siga, at Klakkur, sum er eitt annað línuskip í Klaksvík, í ár hevur fiskað fyri 16,3 miljónir krónur, og hann heldur, at Klakkur avgjørt liggur í betra endanum hjá línuskipunum í ár.
Onnur línuskip, sum eisini hava havt eitt lutfalsliga gott ár, eru eitt nú Morgunstjørnan og Sigmundur, sum altíð liggur ovarliga, tá ið saman um kemur.
Dýrari rakstur
Reiðarin vísir á, at føstu útreiðslurnar, sum fara av óbýttum hjá línuskipunum, eru nógv øktar seinastu árini.
- Eitt skip sum Pison hevur í ár brúkt fyri umleið 1,3 miljónir krónur í agni og 800.000 krónur í olju. Taka vit proviant og landingarútreiðslurnar við, sum eisini fara av óbýttum, er talan um einar 2,4 miljónir krónur tilsamans.
Hann sigur, at ein vanligan túr eru útreiðslurnar, sum fara av óbýttum hjá einum skipi sum Pison, einar 150.000 krónur, og hetta eru einar 30.000-40.000 krónur meira fyri hvønn túrin, enn tað hevur verið.
- Við verandi fiskiskapi og prísi skal eitt línuskip helst ikki skylda meira enn einar 6-7 miljónir krónur.
Tórleif Sigurðsson sigur, at Pison fyri fáum árum síðan er umbygdur fyri 9 miljónir krónur, men við tað, at tað hevur gingið so væl hjá skipinum, hevur felagið eisini goldið nógv niður á skuldina, soleiðis at skipið ikki stendur í so nógvum peningi í dag.
- Jú, enn hongur meginparturin av línuflotanum saman fíggjarliga, men hetta er ikki nakað gullnám longur, staðfestir reiðarin.