Læntu svenska útgerð til kríggið í Irak

Í loyndum hevur svenska stjórnin loyvt bretska herinum í Irak at nýta ta mest framkomnu útgerðina hjá svensku verjuni.

Líka síðani í vár hava bretsku hermenninir har suðuri í Irak havt sera framkomna útgerð, sum skal avdúka fremmandar rakettir og granatir. Útgerðin kann avdúka, hvaðani eitt møguligt rakett- ella granatálop kemur, so bretsku hermenninir kunnu svara álopinum við sera stórum neyvleika.

Men útgerðin er ikki bretsk. Hon er svensk. Talan er um eina sera framkomna mikrobylgjuskipan, sum stóra svenska fyritøkan Ericsson hevur ment til svensku verjuna.

Sambært Sydsvenska Dagbladet bíløgdu bretar fýra eintøk av skipanini í juli í fjør, men fingu at vita, at tað fór at taka Ericsson fleiri ár at lata teimum útgerðina. Tað vildu bretar ikki góðtaka og vendu sær beinleiðis til svensku stjórnina, sum í loyndum loyvdi bretum at leiga útgerðina frá svensku verjuni. Fyri nøkrum vikum síðani vórðu aðrar skipanir hjá svensku verjuni sendar til Afghanistan, har kanadiskir hermenn skulu nýta hana.

Ein talskvinna hjá Ericsson váttar fyri Sydsvenska Dagbladet, at fleiri lond hava víst teirri framkomnu útgerðini áhuga, eftir at bretar hava nýtt hana í Irak.