Nú skjótt fýra mánaðir eru farnir av skeiðinum hjá nýggju býráðssamgonguni á Vaglinum í Havn, ganga mong framvegis og klóra sær í nakkanum, tí einki røkist fyri, at fólk enn eru farin til arbeiðis. Tvørturímóti hevur samgongan bara pyntað seg við læntum fjaðrum frá undanfarnu samgongu, tí vit hava bara hoyrt um lidnar og mestsum lidnar verkætlanir, sum gamli býráðsmeirilutin eigur við høvd og gørnum!
Sjálvandi dugir Annika Olsen, borgarstjóri, at síggja, at hetta heldur ikki í longdini, so tí er hon í síðstuni farin at sleppa smáum bumbum, ið týðiliga hava til endamáls at flyta fokus, so eingin skal geva sær far um, hvussu ófatiliga lítið er komið burturúr hesar fyrstu fýra mánaðirnar. Her er talan um heita luft og einki annað, men tíverri kann allíkavæl skaði standast av.
Tað nýggjasta er, at borgarstjórin hevur luftað nøkur sjónarmið um innkomuvegin til Havnina, ið nú brádliga skal kollveltast, samstundis sum hon tosar um flogvøll á Glyvursnesi í sama andadrátti. Tað ljóðar kanska gott í oyrunum á summum, men verður hugt nærri at, hvat hon veruliga sigur, so sæst skjótt, at her er einki høpi í.
Málið er avgreitt
Annika Olsen sigur millum annað, at innkomuvegurin til Havnina ikki skal vera gjørdur soleiðis, sum avtala longu er gjørd við landsstýrið um, umframt at málið longu er samtykt og avgreitt í Tórshavnar býráð.
Tann av talan merkir, at landið rindar allan kostnaðin av, at ein góður innkomuvegur verður gjørdur av Hvítanesi til Krákugjógv, umframt at landið rindar fyri allar íflættingar av kommunalum vegum. Og talan verður slett ikki um – sum borgarstjórin førir fram – at innkomuvegurin kemur at forða fyri sambandi við økini uttan fyri vegin, tí teir kommunalu vegirnir fara undir landsvegin, so har er slett ikki talan um, at innkomuvegurin skilir nakað sundur.
Í mun til ætlanina hjá Anniku Olsen, sum millum annað fevnir um tunnil fyri kanska fleiri hundrað milliónir, er avtalaða ætlanin kostnaðarleys fyri kommununa. Samstundis er hon praktisk út í odd og egg, tí alt tilfarið kemur úr Eysturoyartunlinum, so farast kann undir at gera innkomuvegin og allar tilhoyrandi vegir, so skjótt sum borurin verður settur í á Hvítanesi. So mikið nógv tilfar er, at tað enntá kann brúkast til eitt lítið ídnaðarøki á Sundi.
Alt hetta kundi Annika Olsen sæð, um hon bara spurdi seg fyri hjá síni egnu umsiting, tí málið er longu avgreitt í býráðnum. Her er ikki talan um nakran tunnil í dýrum dómum, sum kommunan einsamøll skal gjalda, men eina haldføra vegaloysn, ið landið ber allar útreiðslur av.
Grót aftur og fram
So mikið um sjálvan innkomuvegin, men tað, sum verri er, er brádliga bumban um flogvøll á Glyvursnesi. Hetta mál reisti Poul Michelsen mitt í 80-unum, og eg havi eisini sjálvur reist tað fleiri ferðir síðani. Øll vita, at hesin flogvøllur kemur fyrr ella seinni, men at tað tó hvørki verður í dag ella í morgin. Nú fær Annika Olsen tað til at ljóða, sum hevur hon ognartikið hugskotið og skal seta tað í verk beinanvegin.
Heldur ikki her er forarbeiðið hjá borgarstjóranum í lagi, tí í langtíðar planleggingini hjá Tórshavnar kommunu er flogvøllurin á Glyvursnesi longu staðsettur, so har er einki nýtt í tí málinum. Enntá hevur danska ráðgevingarfyritøkan, Rambøll, skitsuprosjekterað ein tilfarsneutralan flogvøll, har alt tilfarið longu er á staðnum. Har, tað er ov høgt, verður sprongt, og tað tilfarið verður brúkt til útfylling, har tað er ov lágt.
Allíkavæl kemur Annika Olsen fram við eini merkiligari ætlan um, at grótið frá Eysturoyartunlinum skal flytast út á Glyvursnes, so flogvøllur kann gerast har. Hon mátti tó vitað, at júst nú verður grót flutt av Glyvursnesi til havnarútbyggingina – sum hon forrestin eisini var ímóti – og tí er tað milt sagt møsn, at grót skal flytast útaftur á Glyvursnes frá Hvítanesi.
Tað vil siga, at skal farast fram, sum borgarstjórin sigur, skulu tonsatungir lastbilar flyta grót nátt og dag ígjøgnum allan miðbýin í tvey ár, til alt er liðugt. Sum um vit ikki hava nóg stórt ferðslukaos frammanundan og skulu hava enn meiri av tungari ferðslu í sjálvari Havnini? Hetta er so langt úti, at eg ikki havi orð fyri tí, tí sjálvandi hevði tað mesta av hesi tungu ferðsluni verið á náttartíð – og enntá millum hús. Til samanberingar er eingin tung ferðsla í nátt av bústøðunum hjá nøkrum, nú farið verður undir innkomuvegin, sum síðsta býráðssamgongan avtalaði og býráðið samtykti.
Flyta bara fokus
Eg má viðganga, at eg eri ikki sørt vónbrotin av at síggja, at so lítið innihald er í tí, henda nýggja samgongan á Vaglinum arbeiðir við. Og tað er ikki sørt skelkandi at uppliva, hvussu Annika Olsen við sínum ørvitistosi roynir at flyta fokus frá tí, øll duga at síggja, at har hendir akkurát einki!
Eg má tí endurtaka, at vit hava fullfíggjaða ætlan fyri Glyvursnes og hvussu farið verður fram, nú grót verður tikið til havnarútbyggingina. Samstundis hava vit ein skitsuprosjekteraðan flogvøll, eins og eina fullkomuliga lidna verkætlan um golfvøll, og somuleiðis er ein liðug verkætlan um tyrvingarpláss at leggja í grótbrotinum á Glyvursnesi. Hetta hevur alt samalt longu verið ígjøgnum alla mylluna í býráðnum, so har er einki at seta fingurin á.
Tað sama er við innkomuvegnum, sum er bæði avtalaður og samtyktur, so kommunan fær eina virðiliga loysn, ið landið ber kostnaðin av, samstundis sum grótið frá Eysturoyartunlinum beinanvegin verður brúkt, og allir partar koma at spara pengar, samstundis sum nyttan er hin mesta. Soleiðis hava vit arbeitt í gomlu býráðssamgonguni, og tí er hugstoytt at síggja, at Annika Olsen kemur fram við sínum fría fantasii, ið slett ikki kann takast fyri fult!
Límið, ið heldur núverandi býráðssamgongu saman, er ein ónøgd við alt tað, sum er gjørt og avrikað av tí undanfarnu, tí bæði á trivnaðarøkinum og eldraøkinum skuldi alt vera galið og forsømt, so her skuldi verið ivaleysa nógv at trivið í. Løgið allíkavæl, at so lítið hendir…
Eingin borgarstjóri er nakrantíð komin til so skorin klæðir sum Annika Olsen, so her skuldi ligið væl fyri at arbeitt. Vit hava víst á, hvussu alt skal fíggjast, og ein onnur sannroynd er, at ikki eitt einasta lán er tikið hesi síðstu 12 árini.
Júst tí skal heldur eingin ivi vera um, at vit hesi næstu árini fara at fylgja sera væl við, hvat hesar damurnar á Vaglinum gera, so ikki alt fer fullkomuliga av sporinum, sum vit hava bygt upp trý tey undanfarnu skeiðini!
Heðin Mortensen,
býráðslimur