Lógaruppskotið hjá Hans Paula Støm áleggur arbeiðsgevarum skyldu at boða løntakarum og fakfeløgum teirra frá atlaðum hópuppsagnum minst 30 dagar frammanundan, at veruligu uppsagnirnar verða sendar út.
Men hetta er ikki nóg mikið. Samstundis skulu samráðingar takast upp millum partarnar um, hvussu møguliga kann sleppast undan uppsagnunum, ella hvussu tær kunnu avmarkast mest møguligt. Ber hetta ikki til, skal samráðast um, hvussu best kann verjast fyri ringu avleiðingunum av uppsagnunum.
Tá lógaruppskotið nevnir hópuppsagnir, verður meint við støður, har fleiri løntakarar á sama arbeiðsplássi verða sagdir upp í einum. Mett verður, nær talan er um hópuppsagnir, eftir talinum av uppsagnum í mun til talið av starvsfólkum á ávísa stovninum ella virkinum.
Í hesum sambandi verður í grein eitt í uppskotinum staðfest, at talan er um hópuppsagnir, tá trý ella fleiri fólk verða søgd úr starvi á einum arbeiðsplássi, har millum fimm og tíggju fólk dagliga starvast.
Talan er eisini um hópuppsagnir, tá fýra ella fleiri fólk verða søgd úr starvi á einum arbeiðsplássi, har tað vanliga starvast millum tíggju og tredivu løntakarar.
Seinasta staðfestingin í hesum sambandi er, at talan er um hópuppsagnir, tá minst fimm fólk verða søgd úr starvi á arbeiðsplássum, har vanliga meira enn 30 fólk í starvi.
Verja tann veika
Hans Pauli Støm sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at stórur partur av føroysku løntakarunum í avtalum um setanarviðurskifti hava uppsagnarfreistir úr einum upp í seks mánaðar og enntá longur enn tað. Her sipar hann til fastlønt starvsfólk og tænastumenn.
Av heasi orsøk heldir Hans Pauli Strøm ikki, at tað júst eru hesir bólkar, ið kunnu fáa mest gagna burturúr hesum lógaruppskoti, hóast vit seinastu tíðina hava fingið dømi um, at heldur ikki her virka fráboðanar- og uppsagnarreglur nóg væl í sambandi við ætlaðar hópuppsagnir.
? Tað er hinvegin tann størsti og veikasti bólkurin av løntakarum á arbeiðsmarknaðinum, sum ikki eru tryggjað við slíkum avtalum, sum hava størstan gagn av og størstan tørv á at fáa tær mannagongdir lógarfestar, sum uppskotið ásetur.
Hans Pauli Støm vísir á, at tað fyrst og fremst verða tey tímaløntu, ið fáa nakað burturúr uppskotinum.
Kostar ikki samfelagnum
Tingmaður Javnaðarfloksins vísir í uppskotinum á, at tað ikki hevur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri samfelagið, lúka landið og kommunurnar tey krøv til mannagongdir, sum eru sett í uppskotinum.
Uppskotið fer, sambært Hans Paula Strøm, heldur ikki at hava fíggjarligar avleiðingar fyri privata arbeiðsmarknaðin, serstakliga ikki, um mannagongdirnar skjótt gerast vanlig vanlig siðvenja fyri allar partar.
Uppskotið leggur upp til, at revsað verður við bót, verða mannagongdirnar ikki fylgdar.