Í 2011 vóru útgoldnar 6.856 milliónir krónur í lønum, og var hetta góðar 50 milliónir meira enn í 2010. Tilsamans var vøksturin 0,8%. Hetta er annað árið upp í slag, at tað er ein lítil vøkstur í lønumum, men framvegis var besta árið til lønir 2008, tá góðar 7 milliardir krónur vórðu útgoldnar.
Sjálvt um tað vórðu rindaðar 36 milliónir krónur meira í lønum í fjør í fiski- og aðrari ráevnisvinnu, so skerst ikki burtur, at tað vóru stór bakkøst við ársbyrjan, sum sóust fyrsta part av árinum.
Tá komið varð í seinnu hálvu, var kortini so mikið stórur vøkstur í hýrum og aling, at tilsamans varð útgoldið 2,9% meira í lønum. Í fiskavøruídnaðinum var afturgongdin 18%.
Fyri fyrstu ferð í trý ár var aftur framgongd í byggivinnu og aðra tilvirking. Framgongdin var tó bert 0,5%. Síðan 2008 hevur afturgongdin verið nærum 20%.
Privatar tænastuvinnur, sum umfata ein triðing av samlaðu lønunum, høvdu eina lítla afturgongd í fjør. Síðan 2008 hevur hvørt ár verið ein lítil afturgongd um 1%. Tað var einans í privatu tænastuvinnunum, at tað samantikið var afturgongd í fjør.
Í almennum tænastum var gongdin sum vant, árliga framgongdin var 1,5%. Gongdin seinastu trý árini vísir ein lítlan árligan vøkstur hvørt ár, millum 1 og 2%.
Í fyrsta ársfjórðingi var afturgongd í lønunum samanlagt. Orsøkin var í høvuðsheitum verkfall og húsagangur í fiskivinnuni. Men síðan hevur verið framgongd hvønn ársfjórðing. Størsta framgongin var í 3. ársfjórðingi, tá vøksturin var 2,3%.
Eins og í 2010, var gongdin í lønunum, at øll framgongdin var til mennirnar. Mannfólk tjentu 65 milliónir krónur meira í fjør, konufólkini tjentu 10 milliónir krónur minni. Orsøkin er millum annað, at øll framgongdin í fiskiveiðuni fór til mennirnar, meðan kvinnurnar áttu sín stóra part av afturgongdini í fiskavøruídnaðinum.
Størsta framgongdin í árinum var innan alivinnu, ráevnisvinnu og fiskiskap við umleið 10% framgongd. Í hinum endanum var fiskavøruídnaðurin langt aftast, við eini afturgongd uppá 18,1%. Annars var 4-5% afturgongd í tænastuvinnum so sum fígging og trygging, vinnuligum tænastum og posti og fjarskifti.
Í vinnugreinini annar ídnaður, sum umfatar millum annað matvøruvirki, tóvirkir og vøruframleiðslu, minkaðu lønirnar 4,9%
Í gongdini seinastu 10 árini sæðst ein greiður tendensur, nevnliga at ein støðugt vaksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum kom úr tænastuvinnum, almennum eins og privatum, meðan parturin frá framleiðsluvinnunum samanlagt er minkandi.
Hetta kann sigast at vera langtíðargongdin, hóast privatu tænastuvinnurnar seinastu 3 árini hava havt eina lítla afturgongd.
Hóast talan er um eitt stutt tíðarskeið, vísir hetta regluligu søguligu gongdina, har primerar og sekunderar vinnur (ráevnis- og framleiðsluvinnur) minka, meðan tertieru vinnurnar (tænastu- og vitanarvinnur) veksa.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.