Lønin skal upp tá prísirnir fara upp

- Vit fáa bara minni og minni fyri pengarnar og tí er neyðugt at fáa gomlu skipanin aftur í gildi, har lønirnar vórðu prístalsviðgjørdar, sigur Føroya Arbeiðarafelag. Tað merkir, at lønirnar hækka automatiskt so hvørt, sum prísirnir fara upp

Skipanin, har allar lønir vórðu prístalsviðgjørdar, eigur at verða sett aftur í gildi, so at lønirnar hækka so hvørt sum prísirnir í handlunum hækka.

Tað heldur Føroya Arbeiðarafelag.

Á aðalfundinum um vikuskiftið varð nógv tosað um, at prísirnir á alskyns vørum eru so nógv hækkaðar í seinastuni, at í løntakarar fáa als onki burtur út teimum lønarhækkingum, sum eru.

Tvørturímóti minkar keypiorkan alsamt og fundarfólkið umrøddi dúgliga, hvussu tann gongdin kann vendast.

Í hesum sambandi varð tosað um at fáa gomlu skipanina aftur í gildið, har lønirnar verða prístalsviðgjørdar.

Gamla skipanin var so, at hvørja ferð prístalið hækkaði trý stig, hækkaði tímalønin 60 oyru.

Var tann skipanin í gildið nú, hevði tímalønin í dag verið 60 oyru hægri enn hon er nú, tí prístalið hækkaði so mikið nógv í fjør.

Tað eru nú fleiri ár síðani, at prístalsviðgerðin av lønunum varð avtikin í kreppuárunum.

- Men nú er tíðin komin til at hon verður sett í gildið aftur og tað fara vit at royna at fáa politikararnar at gera, sigur hon.

- Hendan gongdin, har prísirnir hækka meiri enn lønirnar, kann ikki halda fram, leggur hon afturat.

Tað endaði við, at aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag samtykti at heita á nevndina í felagnum um at virka fyri at fáa lønirnar prístalsviðgjørdar.

Hon vísti eisini á, at Føroya Arbeiðarafelag hevur heitt á politiska myndugleikarnar um at taka oljugjaldið av og at lækka mvg á neyðsynjarvørum, eitt nú á breyði og á mjólk.

Hetta hevði serliga komið teimum lágløntu og pensjónistum til góðar.

Hon segði eisini, at Føroya Arbeiðarafelag ætlar at fylgja væl við, so at samgongan ikki skal sleppa undan at viðgera hesar spurningarnar.



Mynd fa-ok.-ke-pjf-sv-12-3


- Nú er tíðin komin, at seta skipanina í gildi aftur, har lønirnar verða prístalsviðgjørdar, halda tey í Føroya Arbeiðarafelag. Her síggjast frá vinstru, Karla Einarsson, Poul Juul Festirstein og Sunrid Vang, sum øll eru í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag