Samráðingarnar um sáttmálar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini byrjðu í farnu viku. Hósdagin varð fyrsti fundurin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini í sambandi við sáttmálasamráðingarnar 2010 hildin.
- Hesin fundurin var ein innleiðandi fundur, har samráðingarnar vórðu skipaðar. Krøvini verða handaði á næsta fundinum millum partarnar. Eftir hetta verða javnir samráðingarfundir millum partarnar inntil 1. mai, tá sáttmálin gongur út, og nýggjur skal koma ístaðin, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur.
- Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men nevnast kann, at tann rundan, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini í 2007, ikki endaði fyrrenn semjan við Starvsmannafelagið um Posta og Føroya Tele varð undirskrivað í desember 2009, skrivar Vinnuhúsið.
Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini.
Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.










