Í dag vísir fíggjarmálaráðið páhaldinum frá Hermanni Oskarssyni aftur um at tað fer at raka búskapin hart at strika lønarhækkingarnar hjá tí almenna Í kjalarvørrinum á kjakinum seinastu dagarnar um, hvussu har tað rakar búskapin at strika lønarhækkingina, hevur fíggjarmálaráðið kannað, hvussu ymisku tiltøkini raka.
Hetta hevur ráðið gjørt eftir at Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, í eini grein í Sosialinum í gjár, vísti á, at lønarsteðgur var eitt at ringasta, samgongan yvirhøvur kundi finna uppá.
Niðurstøðan í kanningini hjá Fíggjarmálaráðnum er, at broytingar í lønarlagnum, herundir lønarsteðgur, krónu fyri krónu hevur millum minstu ávirkanina á búskapin og Bruttotjóðarúrtøkuna.
- Orsøkin er serliga, at av lønarvøkstri fer stórur partur til skatt, og av tí sum er eftir, fer stórur partur til mvg og onnur avgjøld og til uppsparing, sigur fíggjarmáláðið.
Ráðið sigur, at hetta er sama støða í hinum Norðanlondum.
Ein útrokning hjá danska fíggjarmálaráðnum vísir, at í Danmark er virknaðurin frá lønarbroytingum munandi lægri enn frá almennum íløgum ella um fólk verða sett í ella søgd úr starvi. Útrokningin vísir eisini, at flestu aðrar almennar útreiðslubroytingar í Danmark hava meiri enn 10 ferðir sterkari ávirkan á búskapin enn lønarbroytingar hava.
- Lítil orsøk er at halda, at almenn búskapartiltøk virka stórt øðrvísi í Føroyum, sigur fíggjarmálaráðið á Argjum.
- Almennar lønarbroytingar eru sostatt av mildastu tiltøkum, ið gerast kunnu, tá tað
kemur til búskapartiltøk, leggur ráðið afturat.
- Rætt er, at lønarsteðgur hevur tálmandi virknað á búskapin, men er hesin virknaðurin
avmarkaður, og er avgjørt ikki í nánd av teimum 80 milliónum krónunum, sum hava verið nevndar.
- Hinvegin er framskrivaða undirskotið á fíggjarlógini 2010 so mikið stórt, at skjóta skuldarøkingin hjá landskassanum kann skapa stórar trupulleikar um fá ár.
- Avmarkaður negativur fíggjarvirknaður eigir tí at vera góðtikin fyri at fáa langtíðarjavnvág á fíggjarlógina og fyri at tryggja haldføran føroyskan búskap, sigur fíggjarmálaráðið.