– Lønarskatturin setast niður

– Skattatrýstið sum heild er framvegis ov høgt, og tí síggi eg fyri mær, at tað verður neyðugt at endurskipa skattaskipanina, so vit minka um lønarskattin, men heldur hækka aðrar skattir, so sum avgjøld og annað.

Tað sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bergur Poulsen, sum í dag legði sína formansfrágreiðing fyri aðalfundin í felagnum, har hann millum annað nart við skattligu munirnar, ið gera tað lætt hjá føroyingum at fara í onnur lond at arbeiða.

Bergur Poulsen stóð ikki fyri valið á aðalfundinum í dag, og heldur ikki vóru broytingar í nevndini, har hinir nevndarlimirnir eru Høgni Hansen, Magni Arge, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Atli Gregersen og Jóhanna á Bergi.

Hoyr niðanfyri samrøðuna, Rás 2 hevur gjørt við formannin í Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir aðalfundin seinnapartin: