Vit eru í 1992. Árið er ikki hálvrunnið, og bankarnir síggja á skræðuni út til at hava tað gott. Men tað er nógv sum bendir á, at ikki alt ruggar rætt í samfelagnum. Tær fyrstu fyritøkurnar hava snara lyklinum, eisini fyritøkur, sum sóu út til at vera væl fyri.
Á skrivstovu síni við Hoyvíksvegin situr stjórin Poul Michelsen og fyrireikar ein týdningarmiklan starvsfólkafund – ja, í veruleikanum tann týdningarmiklasta fundin, sum hann higartil í sínum lívi skal halda. Tað snýr seg nevniliga um at halda lív í lívsætlan síni. Tað snýr seg um at bjarga heilsøluni P/F Poul Michelsen (PM).
Arbeiða seg úr kreppuni
Sólin skínur hendan hósdag fyrst í juni. Vit skriva nú 2009, og tað eru eftirhondini 17 ár síðani, at Poul Michelsen helt omanfyrinevnda fund. Men tað er kortini okkurt, sum er eins. Samfelagshjólini eru aftur farin at mala seinni. Tað, sum byrjaði sum ein fíggjarkreppa í USA fyri hálvum øðrum ári síðani, hevur nú breitt seg, og er í dag nærum at meta sum ein altjóða búskaparkreppa.
Fyri tveimum mánaðum síðani var aftur týdningarmikil starvsfólkafundur hjá PM við Hoyvíksvegin. Men sjálvt um evnið var tað sama – “hvussu takkla vit kreppuna” – so var uppskotið frá leiðsluni ikki tað sama sum í 1992. Hesaferð skal eingin niður í løn. Felagið er nú somikið væl fyri fíggjarliga, at tað ber til at arbeiða við øðrum enn sparingum, tá táttast skal í.
– Ja, tú kann siga, at vit hesaferð vilja arbeiða okkum burturúr støðuni, heldur enn at spara okkum burturúr henni, sigur Poul Michelsen, sum í dag er forstjóri í fyritøku síni. Afturat sær hevur hann stjóran Gunnar Mohr, umframt eini 65 starvsfólk.
Bjargingarætlan
Øll starvsfólkini møta til fundin í 1992. Teimum dáma væl at arbeiða hjá PM, og tað er ein sera torfør uppgáva at skula út á arbeiðsmarknaðin at leita sær eftir einum nýggjum starvi, tí arbeiðsloysið er eksploderað í Føroyum hetta árið.
– Tá vit hoyrdu um uppskotið hjá Poul, var bara ein, sum segði frá, at hann ikki tímdi at fara niður í løn, fortelur Petur Hermansen.
Petur er tað av starvsfólkunum, sum hevur verið longst hjá PM. Hann byrjaði í 1975, eitt gott ár eftir at fyritøkan varð stovnað.
Uppskotið hjá Poul Michelsen var, at øll starvsfólk, sum fingu meira enn minstuløn – og tað vóru fyri so vítt øll tey vanligu starvsfólkini – skuldu av við 10 prosent av løn síni, sum so varð sett inn á eina serliga konto í bankanum. Lærlingar sluppu undan. Hendan pening, skuldi fyritøkan so hava møguleika at sleppa framat, um tað gjørdist neyðugt.
– Men tað bleiv ikki neyðugt. Vit kláraðu brotini, og hálvt annað ár seinni, hevði eg tað deiligu uppgávu at útbetala starvsfólkunum alt tað, sum vit høvdu lænt frá teimum, fortelur Poul Michelsen.
– Øll vit, sum góðtóku ætlanina, fingu eina gularót at arbeiða framímóti, tí vit fingu at vita, at um tað gekk gott, so fóru vit at fáa allar pengarnar aftur, so tað var bara at pressa á, fortelur Petur Hermansen.
Vit leypa á
Fundurin fyri tveimum mánaðum síðani, var hildin í snotiligu kantinuni í bygninginum hjá P/F Poul Michelsen, og sjálvt um kantinan er lutfalsliga stór, so var tað ikki meira enn at øll starvsfólkini fingu sett seg í senn. Tí fyritøkan kom styrkt burturúr kreppuni fyrst í 90-árunum, og er síðani tá nærum fýrafaldað í tali av starvsfólki, og tá tað snýr seg um lagurfermetrar, umsetning og annað, er talan um enn størri vøkstur.
Poul Michelsen er og hevur altíð verið ítróttarmaður um ein háls. Starvsfólkið hevur altíð spælt fótbólt saman, og hevur valið staðið millum tvær eins umsóknir um starv í fyritøkuni, har onnur var frá einum ítróttarfólki, er tað meira enn einaferð komið fyri, at ítróttarfólkið er tikið framum.
Millum starvsfólkini í kantinuni hendan dagin, sita tí eisini nógv ítróttarfólk – bæði aktiv frítíðar ítróttarfólk, men eisini tað, sum vit kanska kunnu rópa fyrrverandi og núverandi elitu ítróttarfólk. Tá Poul borðreiðir við 2009 ætlan síni, er tað tí ein ætlan, sum passar sum fótur í renniskógv hjá teimum flestu.
– Vit leypa á marknaðin, og arbeiða uppaftur harðari fyri at selja okkara vørur, sigur hann hart og týðiligt, og løtan minnir eitt sindur um tað, sum ein venjari sigur við spælarar sínar, áðrenn ein týdningarmiklan dyst.
Eingin uppsøgn. Engin lønarniðurskurður. Eingin mótmælir.
Kendi tað á sær
Tá Poul Michelsen var borgarstjóri í Havn í 80-árunum, vóru góðar tíðir. Men í 1988-89 komu einstøk grá skýggj á himmalin.
– Tað vóru í fyrstani smá tekin um at tað gekk tann skeiva vegin, og við tí politikki, sum tað almenna førdi, var bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað skrædnaði, fortelur Poul Michelsen.
Landskassaveðhald í alt ov stóran mun, umframt ein fiskivinnupolitikk, sum ikki sá út til at rigga í niðurgongstíðum, vóru bara tveir lutir, ið gjørdu, at Poul Michelsen var meira enn vanliga á varðhaldi.
– Eg minnist at eg segði við seljararnar, at nú var slutt við at geva kreditt til nýggjar kundar. Frá nú av, kravdu vit bankatrygd, tá kundarnir keyptu vørur frá heilsøluni, fortelur Poul Michelsen.
Bankatrygdin skuldi vísa seg at koma sera væl við, tá alt rapaði í 92. Saman við lønarniðurskurðinum hjá starvsfólkunum, og so eini stórari útbyggingarætlan við Hoyvíksvegin, sum varð í gongd í teimum ringu tíðunum, kom felagið styrkt gjøgnum kreppuna.
– Útbyggingarnar fingu vit fyri kanska hálvan prís, í mun til, um bygt hevði verið í teimum villu 80-árunum, greiðir Poul Michelsen frá.
5000 fermetrar
Fyritøkan P/F Poul Michelsen, sum byrjaði í kjallaranum hjá Poul í 1974, og seinni sama ár fekk sær frystipláss úti á “Fiskacentralinum”, heldur í dag til á meira enn 5000 fermetrum við Hoyvíksvegin í Havn. Meiri enn 40 túrar við stórum køli- og vøruvognum kring landið verður tað til um vikuna, og uttan fyri landoddarnar er eisini lív í.
– Vit eiga eisini meirilutan í einari “non food” fyritøku í Danmark, og tey 18 starvsfólkini har hava nógv at gera, fortelur Poul Michelsen, sum kann fegnast um, at fyritøkan í Danmark hevur fingið sáttmálar við fleiri av teimum stóru handilsketunum.
Tað, sum hann tó fegnast mest um í hesum døgum, nú samfelagsbroytingar henda dag um dag, er at fyritøka hansara lærdi av kreppuni í 90-árunum, kom styrkt úr henni, og tí er væl fyri at taka ímóti verri tíðum.
---------
FAKTA
P/F Poul Michelsen hevur sína søgu aftur til 1974. Poul Michelsen byrjar sítt virksemi í kjallaranum heima í Gundadali. Tey fyrstu árini virkaði fyritøkan sum firma, men í 1977 varð hon umskipað til partafelag. Í 1979 bygdi felagið við Hoyvíksvegin. Byrjað varð sum serheilsøla innan sølu av køli- og frystivøru, men í dag er úrvalið nakað væl størri, og tænasturnar fleiri. Umframt køli- og frystivøru, selur PM eisini frukt og grønmeti, catering, provianteringar og bakaravøru og bjóðar seg fram sum heildarveitara innan matvøruhandil og mattænastur. PM er eisini umboð fyri m.a. Faxe leskidrikkir, Merrild kaffi og Credin bakaravørur. Hjá PM starvast yviur 60 fólk í Føroyum, umframt at fyritøkan eigur meirilutan í einari ”non food” fyritøku í Danmark, har 18 fólk starvast.