Ein barnsburðargrunnur er ein grunnur, sum peningur støðugt verður goldin í, og sum peningur bert kann gjaldast úr sambært endamálinum, ið er at rinda løn í barnsburðarfarloyvistíðini, og at tryggja arbeiðsgevaranum, at hesin ikki orsakað av farloyvinum skal rinda tvær lønir - eina til hana, sum er í farloyvi og eina til avloysaran. Barnsburðargrunnurin skal endurrinda arbeiðsgevaranum eykaútreiðslurnar, sum standast av at gjalda løn til avloysara.
Støðan í dag
Tey alment løntu hava ein barnsburðargrunn. Á fíggjarlógini er avsett játtan til barnsburðarendurgjald. Hetta er úrslit av avtalu millum tey alment løntu og arbeiðsgevaran Føroya Landsstýri, sum tryggjar kvinnuni, sum fer í barnsburðarfarloyvi fulla løn í seks mánaðir, og arbeiðsgevaranum, at hesin uttan eykakostnað kann løna einum barsilsvikari. Formligur grunnur er ikki stovnaður, men skipanin er tann sama - peningurin verður fluttur á eina felags konto, sum gjaldstovan umsitur.
Fyrstu ferð grunnurin var sjálvstøðugur postur á fíggjarlógini var í 1996. Áðrenn hetta fingu tey alment løntu tó eisini løn undir barnsburðarfarloyvinum. Tá rindaði hvør stovnur sær ta upphædd, sum gjørdist neyðug. Hetta hevði við sær, at raksturin á stovnum við nógvum konufólkum var nógv tyngdur av eyka lønarútgjaldum orsakað av barnsburðarfarloyvum, og at peningur tí ikki var til barsilsvikarar.
Við skipanini sum nú er, rinda allir stovnar av samlaðu lønútgjaldingunum 0,8% í barnsburðargrunnin, uttan mun til, hvussu nógvar kvinnur eru á lønarlistunum. Hetta merkir eitt nú, at Vaktar- og Bjargingartænastan við fáum kvinnum í arbeiði nú ber sín part av barnsburðarútreiðslunum hjá eitt nú dagstovnunum við teimum nógvu kvinnunum í barnførum aldri.
Á privata arbeiðsmarknaðinum er ongin skipaður barnsburðargrunnur. Tískil er talan um stóran mismun millum kvinnur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sum er verða barnsburðarfarloyvi og løn í farloyvinum skipað við avtalum, sáttmálum ella lóg, og er ongin lóg galdandi, er avtalan millum arbeiðstakaran og -gevaran avgerandi.
Størsti parturin av teimum ófaklærdu hava onga avtalu um barnsburðarfarloyvi yvirhøvur, og støðan er ikki stórt betri hjá teimum faklærdu. Tær flestu faklærdu koma undir funksjónerlógina.