Herfyri hevði eg eitt »roknistykki« í blaðnum, sum vísti at lønarhækkingin hjá Starvsmannafelagnum í veruleikanum var negativ. Við tað at ikki var so lætt at síggja at útrokningin var manipulerað, og at fleiri hava tikið hana fyri fult, kemur her rætta útgávan.
Hækking av sáttmála-
lønini í 2,5 ár ?? 12,50%
Inflatión 3,5% p.a. ??? ÷8,75%
Hækkaður skattur orsakað av progressiónini ÷0,25%
Reallønarhækking í 2,5 ár ????? 3,50%
Reallønarhækking um árið ????? 1,40%
Tvungin uppsparing (eftirløn) 1% p.a. ?÷1,00%
Hækking í keypsorkuni p.a. ??? 0,40%
Ikki nógv at reypa av, men frægari enn at fara eftir reyv.
Skamm fái blómandi føroyski búskapurin, um hann ikki megnar hesa evarska lítlu hækking uttan at kollsigla! Hóast skemtiliga manipulatión, tykist »roknistykkið« at hava tænt sínum endamáli.
Tey, sum lótu seg villleiða, mega orsaka.
A. Guttormur Djurhuus