Fyri fyrstu ferð í 15 ár afturgongd er í lønargjaldingunum í Føroyum. Alivinnan og tað almenna høvdu tó vøkstur í sínum lønargjaldingum í fjør 2009 vóru útgoldnar 6,7 mia. kr. í lønum, og hetta eru góðar 300 mió. kr. minni enn í 2008. Minkingin er 4,4%.
Frá 1994 til 2008 hevur verið meira útgoldið í lønum hvørt ár. Bestu árini var vøksturin yvir 12%, meðan onnur ár hevur vøksturin verið niðanfyri 1%. Í 2009 var fyri fyrstu ferð í 15 ár minni útgoldið.
Sjálvt um tað hevur verið minking í nærum øllum vinnugreinum, hevur alivinnan gingið ímóti streyminum. Í 2009 vóru útgoldnar 172 mió. kr. í lønum í alivinnuni, og tað eru góð 12% meira enn í 2008.
Í fiskiskapinum var afturgongdin yvir 20%.
Í privatu tænastuvinnunum var 5% minni útgoldið, meðan tað í almennari fyrisiting og tænastum annars var útgoldið 4,3% meira.