Nú lønarútgjaldingar í august eru framdar ber til at staðfesta at 2,6% meira er útgoldið í lønum higartil í ár. Hetta svarar til 116 mió. kr., skrivar Hagstovan. Lønargjaldinarnar sveiggja mánað fyri mánað. Tað eru tað fleiri orsøkir til. Eitt nú ávirka páskirnar. Í ár vóru páskirnar í mars meðan tær vóru í apríl í fjør. Hetta gjørdi, at minnið var útgoldið í mars í ár í mun til mars í fjør, men samstundis var meira útgoldið í apríl ár í mun til apríl í fjør.
31. august í ár var ein sunnudagur og hetta gjørdi at fyritøkur skuldu lata inn lønarflytingar eitt sindur fyrr enn vanligt um lønin skuldi verða flutt í august. Men ikki allar fyritøkur megnaðu hetta og er ein partur av lønini í august tí útgoldin í september. Eisini ávirkar tað lønartølini nær fjarfiskaflotin landar.
Verður hugt eftir lønargjaldinum býtt á høvuðsvinnur, sæst at fiskivinna og onnur ráevnisvinna hevur eina afturgongd higartil í ár upp á 13,6%. Hinvegin hava aðrar vinnur eina framgongd uppá millum 6,5 og 7%.