Ein el-kaðal millum Ísland og Føroyar kann loysa trupulleikarnar við koltvíútlátinum, og íløgan kann bera seg, um føroysk húski fara at brúka streym at hita húsini við Jarðfeingið, SEV og íslendski orkustovnurin arbeiða við at kanna, um fíggjarligt grundarlag er fyri at leggja ein el-kaðal millum Ísland og Føroyar.
Hóast frágreiðingin ikki er liðug vísa fyribils tøl sambært Kringvarpinum, at kaðal og umskiftisstøðir kosta 1,9 milliardir krónur. Harafturat skal kervið hjá SEV útbyggjast fyri 300 milliónir fyri at kunna taka ímóti meiri ravmagni úr Íslandi, sum er vunnið úr vatni.
-Tað merkir, at íløgan er oman fyri tvær milliardir krónur, men útrokningar vísa, at hon er lønandi. Samanumtikið skuldi hetta verið ein verkætlan, sum loysir seg, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, við Kringvarpið.
Hann heldur, at vit kunnu spara meira enn 30 prosent av koltvíútlátinum, um vit keypa kappingarføran streym úr Íslandi.









